Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydna royndarframleiðsla úr nýggja Blackbird brunninum og nýggj leitiboring byrja

Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at royndarframleiðslan úr 20/02a-B3 framleiðslubrunninum á Blackbird leiðini hevur gingið heilt væl. Framleiðsluferðin var 7.000 tunnur/dag (umleið 660 tunnur netto til Atlantic Petroleum), ið er tað, ið útgerðin á boripallinum loyvir. Brunnurin varð boraður og royndur við pallinum Noble Ton V Langveld, og er hetta annar framleiðslubrunnurin á Blackbird leiðini.

Brunnurin verður nú bundin í Aoka Mizu framleiðsluskipið, og síðan verður full ferð sett á framleiðsluna. Atlantic Petroleum eigur 9,39773% í Blackbird leiðini. Restina eigur Nexen Petroleum, ið eisini er fyristøðufelag.

Í gjár boðaði Atlantic Petroleum frá, at felagið nú er farið undir at bora Pegasus West leitibrunnin í bretska loyvinum P1724. Brunnurin verður boraður við boripallinum Noble Julie Robertson, og er dýpið, har bora verður, einar 95 føtur. Brunnurin verður boraður einar 7 kilometrar í ein útsynning úr Pegasus North brunninum, har eitt fund varð gjørt í 2010.

Tann brunnurin varð boraður av feløgunum Centrica Energy og Volantis Exploration (nú dóttirfelag hjá Atlantic Petroleum), og varð hann latin aftur í januar 2011, eftir at gas var staðfest í brunninum. Pegasus West leitimiðið liggur í sunnara partinum av Norðsjónum, tætt við framleiðandi leiðina Cavendish. Málið er gas, og fer arbeiði væntandi at taka góðar tveir mánaðar.

Fyristøðufelag fyri Pegasus West boringina er Centrica Energy, sum eigur 55% í loyvinum. Atlantic Petroleum eigur 10%, og tey restandi 35% eigur Third Energy Offshore.

Ben Arabo, stóri í Atlantic Petroleum, sigur, at hann er sera fegin um úrslitið av royndarframleiðsluni úr B3 brunninum, og hann sær fram til eina økta framleiðslu tá brunnurin er knýttur í framleiðslukervi. Víðari fegnast hann um, at fari er undir at bora Pegasus West brunnin.

Brunnurin skal geva eina betri mynd av Pegasus leiðini og, um alt gongur væl, minka um váðan við eini útbygging av Pegasus. Hetta er tann triði av fýra leitibrunnum, ið Atlantic Petroleum eftir ætlan skal bora í 2014.

Leystlig umseting av fráboðanum okkara, ið vórðu sendar marknaðunum í dag og í gjár. Tær officiellu fráboðaninar liggja á enskum máli okkara heimasíðu www.petroleum.fo

 

Stutt um Atlantic Petroleum:

Atlantic Petroleum er eitt fullvirkið leiti- og framleiðslufelag hvørs kjarnuøkið er Útnyrðingsevropa. Atlantic Petroleum hevur í løtuni 45 kolvetnisloyvi í Bretlandi, Noregi, Føroyum, Írlandi og Niðurlondum, og framleiðir kolvetni úr trimum leiðum í bretska partinum av Norðsjónum. Harafturat verður ein leið hjá samtakinum útbygd í løtuni, har framleiðslan væntandi byrjar í 2016, og tvær aðrar leiðir ið eru nær við útbygging, umframt eitt stórt tal av leitimiðjum. Atlantic Petroleum luttekur í felagsverkætlanum (joint ventures) við 30 dygdargóðum samstarvsfeløgum. Høvuðsskrivstova felagsins liggur í Havn, og felagið hevur dóttirfeløg og tøkniligar deildir í London og Bergen. Partabrøvini hjá felagnum eru skrásett á keypskálunum NASDAQ OMX í Keypmannahavn og á Oslo Børs.