Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydnað Aliráðstevna

Aliráðstevnan 2018 var hildin fríggjadagin 2. mars uppi á Hotel Føroyum. 
 
Uml. 360 fólk við áhuga fyri føroyskari alivinnu luttóku á aliráðstevnuni fyri at fáa nýggja vitan og at netverka. Løgmaður setti Aliráðstevnuna, og hann legði í røðu sínari dent á týdningin av at vit læra av søguni og á týdningin av góðum karmum kring føroysku alivinnuna.
 
Serstakt við Aliráðstevnuni í ár var, at tað so at siga bert vóru føroyingar, sum løgdu fram um tey evni, sum tey granska í ella arbeiða við. Sermerkt var eisini, at meginparturin av verkætlanunum verða gjødar í samstarvi við føroysku alifeløgini. Nógv áhugaverd og ítøkilig úrslit vórðu løgd fram, og spennandi var at síggja, hvat var komið burturúr.
 
Eins og undanfarin ár var ein framløga frá Ragnar Nystøyl, stjóra í Kontali Analyse, um status í og útlit fyri føroyska alivinnu. Samanumtikið var niðurstøðan hjá honum, at føroyska alivinnan framvegis sum heild er ”best in class”, men hetta er ikki longur galdandi á øllum økjum, og frástøðan til kappingarneytarnar er minkað.
 
Á Aliráðstevnuni valdi Havbúnaðarfelagið at tilnevna Andrias Reinert til heiðurslim í Havbúnaðarfelagnum fyri tað slóðbrótandi arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri føroyska alivinnu. Andrias var sjálvur til staðar at taka ímóti heiðrinum.
 
Síðsta innslagið á Aliráðstevnuni var sum vanligt kappingin um besta alihandverk fyri ávíkavist alistøðir á sjónum og fyri smoltstøðir.
 
Í ár var sera tøtt kapping millum smoltstøðirnar, men besta úrslit fekk hesuferð smoltstøðin á Viðareiði hjá Bakkafrost. Kappingina um besta alihandverk fyri alistøðir á sjónum vann alistøðin á Hestfirði hjá Hiddenfjord. Hetta var samstundis næstbesta úrslit nakrantíð, tey árini kappingin hevur verið.
 
Bestu úrslitini vóru annars hesi:
 
Smoltstøð
Fiskur deryður dag 1-90 eftir útsetu
1. Viðareiði (Bakkafrost) 1,43%
2. Norðtoftir (Bakkafrost) 1,51%
3. Hellurnar (Marine Harvest) 2,83%
 
Alistøð á sjónum 
Effektivitetsindeks
1. Hestfjørður (Hiddenfjord) 125,8
2. Miðvágur (Hiddenfjord) 117,0
3. Hvannasund S A11 (Bakkafrost) 116,0
4. Sørvágur (Hiddenfjord) 111,1