Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast frá vinstru:
Donald L. Gaultier, jarðfrøðingur frá U.S. Geological Survey
Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum Føroyar
Jóannes Vitalis Hansen, sendimaður
Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum

Væleydnað oljutiltak á sendistovuni í London

Sendistovan í London var í gjár karmur um týðandi oljutiltak, ið var hildið saman við oljufelagnum Faroe Petroleum. Gestirnir vóru fólk úr bretska og altjóða olju- og fíggjarheiminum, umframt umboð fyri stórar altjóða fjølmiðlar og partabrævagreinarar. Umboð fyri fleiri sendistovur luttóku eisini. Úr Føroyum luttóku umboð fyri Atlantic Petroleum, Supply Service og FOÍB.

Evnið fyri tiltakið var borimøguleikar í arktiska økinum. Á skránni vóru ymsir fyrilestrar og høvi var somuleiðis hjá gestunum at práta og knýta sambond.

Forstjórin í Faroe Petroleum, Graham Stewart, legði fram um handilsvirksemið hjá felagnum. Hann greiddi eisini frá um boringarnar, ið felagið hevur tikið lut í seinastu árini og um framtíðarætlanirnar hjá felagnum.

Aftaná helt kendi amerikanski jarðfrøðingurin, Donald L. Gaultier, fyrilestur um serligu avbjóðingarnar og møguleikarnar, ið standast av at bora í arktiska økinum. Donald L. Gaultier starvast dagliga fyri United States Geological Survey og hevur drúgvar royndir innan gransking av oljuídnaðinum.

Fyriskipararnir eru væl nøgdir við tiltakið. Stjórin í Faroe Petroleum, Nils Sørensen, segði soleiðis um tiltakið: “Hetta er triðja tiltakið, ið vit hava saman við sendistovuni.

Tiltøkini hava víst seg at vera sera munagóð fyri virksemið hjá Faroe Petroleum, serliga tí at tey geva okkum høvi at røkja týðandi handilssambond.”