Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Vælgerandi fótbóltur

Sunnudagin verður ársins stórsteypadystur í fótbólti spældur á ovara vølli í Gundadali millum B36 og Víking. Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandið skipa í felag fyri dystinum, og ágóðin fer til vælgerandi endamál, sum í ár er Fountainhúsið 

Hetta er níggjunda árið á rað, at Lions Club í Føroyum saman við Fótbóltssambandi Føroya skipar fyri stórsteypadysti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri, og í ár stendur ársins fyrsti almenni fótbóltsdystur ímillum meistararnar úr B36 og steypavinnararnar úr Víkingi.

Eins og í øðrum londum, har spældir verða slíkir »Charity Shield-dystir«, eru tvinni endamál við dystinum, og í fyrra lagi kann eitt nýtt kappingarár verða skotið í gongd við dysti millum tey bæði liðini, sum vunnu tað, spælt var um síðsta kappingarár.

Dystur, sum verður á ovara vølli í Gundadali sunnudagin 22. februar klokkan 15, hevur sjálvandi áhuga millum viðhaldsfólkini hjá liðunum, ið spæla hann, men er eisini eitt gylt høvi til at forvitnast og taka pulsin, nú fótbóltsárið 2015 nærkast við bæði lands- og steypakapping.

Í øðrum lagi verða pengar savnaðir inn til vælgerandi endamál frá teimum inntøkum, stórsteypadysturin gevur. Í ár er avgerð tikin um, at allur ágóðin frá stórsteypadystinum skal fara til Fountainhúsið, sum heldur til í Heinesenshúsi í Havn og hevur verið í gongd í eitt lítið ár.

Fountainhúsið
Endamálið við Fountainhúsinum er at geva fólki við sálarligum avbjóðingum eina meiningsfulla tilveru, sum fyri tann einstaka gevur innihald í gerandisdagin og nakað at koma upp til. Hvør einstakur verður stuðlaður til at skapa nakrar positivar og varandi broytingar, so møguleikin at megna arbeiði ella skúla og ein so sjálvstøðugan gerandisdag sum gjørligt, verður betri.

Virksemið í Fountainhúsinum byrjaði í apríl í fjør, og er talan um eina sjálvstøðuga verkætlan yvir trý ár, hvørs høvuðsendamál er at kanna tørvin. Fountainhúsið, sum er ein sjálvstøðugur felagsskapur, hevur eitt stýri, ið fylgir við og hevur eftilit við gongdini hjá Fountainhúsinum.

Sum sagt, skipa Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum í felag fyri stórsteypadystinum, so Fótbóltssambandið tekur sær av tí fyrisitingarliga, so sum at áseta dystardag og dómara, útvega heiðursmerki, bóltar, atgongumerki og at fáa steypið til vega. Lions Club í Føroyum tekur sær av tí praktiska, so sum innkrevjing, trygdarfólki og nógvum av tí, ið vanliga er upp til heimaliðið at skipa fyri.

Hetta er aðru ferð, at B36 spælir stórsteypadyst, men er samstundis fjórðu ferð, at Víkingur er annað av liðunum í ársins fyrstu fótbóltsfinalu, sum B36 vann fyrstu ferðina í 2007, men sum Víkingur enn eigur á at vinna. Atgongumerkini kosta 80 krónur, sum er stað sama sum til ein vanligan dyst í bestu deildini, og eisini ber til í hálvleikinum at fáa sær ein drekkamunn í høllini í FSF-húsinum.

(Mynd: Álvur Haraldsen)