Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vælkomin á Vísindavøku 2019 í Sjóvinnuhúsinum

Fríggjadagin 20. september verður ársins Vísindavøka. Hetta er 12. Vísindavøkan, sum granskingarstovnarnir og Granskingarráðið skipa fyri.

Vit vilja vegna granskingarumhvørvið bjóða øllum, stórum og smáum, vælkomin til tiltakið, sum er alment og ókeypis.

Endamálið við Vísindavøkuni er at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Fjølbroytt skrá
Vísindavøkan 2019 verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 20. september frá kl. 8.00 til 16.00.
Á skránni eru 17 framløgur frá granskarum um sera ymisk evni. Hesar vera í Kongshøll á 4. hædd.Sí alla framløguskránna her

Har vera eisini postara snarrøðukapping aftur, sum riggaði væl í fjør, tá tað varð roynt á fysta sinni. Síðst á degnum verður eitt hugnaligt tiltak, har ársins miðlaheiðursløn handað.

Á svalanum á 2. hædd vera framsýningar og tiltøk hjá stovnum og í trappunum og gongunum verða postarar sýndir fram.

Í einum telti uttanfyri vera eksperimentir, sum lærarar og næmingar frá Glasi skipa fyri, og í einum øðrum telti fer Havstovan at hava framsýning av fiskum og okkurt annað verður helst eisini her. Vælkomin á Vísindavøku 2019 í Sjóvinnuhúsinum