Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vælkomin til lívið, vælkomin til Føroyar!

Hvør ár verða gott og væl 600 føringar bodnir vælkomnir til lívið.

Samstundis verða umleið fimmti árliga, tað svarar til tveir skúlaflokkar, noktaðir at gerast borgarar í okra vakra landi- tey enda sum fosturtøkur.

Hví hetta órættvísi, hvat hava hesi gjørt.

Tey hava einki skeivt gjørt, vóru bert so óheppin at verða gitin av foreldrum, sum ikki mettu seg før fyri at bera barn sítt í heim.

Men hví veitir man so ikki hesum foreldrum ta hjálpina, teimum tørvar- at kunna taka sær av sínum nýfødda?

Hendan spurning lova vit í Miðflokkinum at royna at fáa svaraðan, so foreldrini fáa neyðugu hjálpina, og rætturin til lív verður tryggjaður øllum børnum.

Tí umbønin um fosturtøku er jú eitt neyðarróp, sum má svarast. Ikki við fosturtøku, men við einum greiðum: vælkomin til lívið, vælkomin til Føroyar!

Jenis av Rana,

løgtingsvalevni fyri Miðflokkin.

p.s. Og meðan hesi fimmti árliga fáa noktað atgongd til lívið, gremja frøðingar og politikkarar seg um manglandi fólkavøkstur!

jenis