Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vælvitandi – men spælir óvitandi

Stjól í handlum – segði seg hava gloymt at gjalda.

Rýmdi frá tangum uttan at gjalda – segði tað var av gáloysni.

Neyðtók, men segði, at tað ikki var við vilja, hann trúi, at hon var við upp á tað.

Koyrdi fullur, men segði, at tað var av ósketni.

Koyrdi yvir fyri reyðum ljósi, men segði seg ikki síggja ljósið.

Koyrdi ov skjótt, men segði seg ikki varnast tí.

Snýtti í skatti og mvg, men segði seg ikki kenna reglurnar. Tí hann visti um fleiri, ið

Framdi konkursryttarí, tí hann ikki visti betur, enn at tað bar til at fremja,i. Sendi pening í skattaskjól, tí hann helt at tað var loyvt. Segði, at nógvir gjørdu so, uttan at tað fekk fylgir.

Snýtti við tolli. Hann helt at tað var OK. Eingin kannaði.

Falsaði skjøl. Hann visti ikki betur, enn at tílikt varð meira ella minni góðtikið.

Og myndugleikarnir søgdu bert: Fyrgevið honum, tí hann veit ikki, hvat hann hevur gjørt.

Annars eru brotsverk brotsverk, eisini sjálvt um brotsmaðurin sigur seg vera óvitandi um tað, tá hann fremur tey. Og tí eigur hann ikki at sleppa uttan víðari óansæð, hvør ið hann er.

Fríkendur brotsmaður, ið fær vald, kann vera sera vandamikil, tí hansara mørk eru avskeplaði. Hann fær skjótt eina fatan av, at hann kann tilláta sær alt – eisini at ganga gjøgnum heilt.

So fær hann makt, sum hann hevur agt, so er Fanin leysur.

Tí er alneyðugt at virka fyri, at hann verður steðgaður í stundini, áðrenn størri skaði stendst av hansara virksemi.

Dagfinnur Danbjørg.