Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vága kommuna nýggjur limur í Kommunusamskipan Føroya

Á stýrisfundi í Kommunusamskipan Føroya í morgun luttók Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommuna. Stýrið í KSF samtykti einmælt, at Vága kommuna gerst nýggjur limur í KSF. Vága kommuna verður partur av KSF frá í dag at rokna og luttekur í øllum virksemi felagsins framyvir.

Vága kommuna verður 9. limakommunan í Kommunusamskipan Føroya. Fólkatalið í teimum 9 limakommununum er nú nærum 38.000 fólk, ella um 78 % av samlaða fólkatalinum í Føroyum.

Fyrr í ár gjørdist Eysturkommuna partur av Kommunusamskipanini. Formliga góðkenningin av limaskapinum hjá bæði Vága- og Eysturkommunu fer fram á ársaðalfundinum hjá KSF, sum verður fríggjadagin 5. Apríl.