Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vágakórið byrjar sangárið mánakvøldið

Dan Klein --- 01.09.2017 - 08:30

Mánakvøldið 4. september kl. 19.30 byrjar Vágakórið regluligu venjingarnar í gomlu skúlaauluni á Giljanesi.

Nýggir sangarar
Kórleiðarin Sámal Matras Kristiansen og kórsangararnir sum heild vóna, at fleiri roynd og óroynd koma við mánakvøldið. Undirstrikast skal, at eingi krøv verða sett, onnur enn, at viðkomandi hevur hug at syngja í kóri og hevur  “tóna í heysinum”.

Komandi sangár verður spennandi sum altíð. Ætlanin er at syngja nógv ymsa staðni í Føroyum og uttanlands. Haraftrat fer kórið at luttaka á kórstevnuni í Havn 4. og  5. mai og á stórari stevnu í Odense seinni  í sama mánað.