Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Clay Banks — Unsplash

Vaksandi grundarlag fyri mentanarligum margfeldi í Føroyum

Ein vaksandi partur av fólkinum í Føroyum eru ‘tilflytarar’ ella ‘útlendingar’ — fødd aðrastaðni enn í Føroyum ella hava ikki danskan ríkisborgaraskap.

Nordixi:

Hagstovan upplýsir at yvir 7.400 av tilsamans uml. 53.000 íbúgvum í Føroyum eru føddir uttanlands, harav gott 4.300 í Danmark og gott 3.100 aðrastaðni. Hyggja vit at ríkisborgaraskapi, vísa hagtølini at av teimum 53.000 teljast knapt 2.200 sum ikki hava føroyskt ella danskt pass.

Umroknað merkir alt hetta at góð 14 prosent av teimum fólkum ið her búgva eru fødd uttanlands, harav stívliga helvtin í Danmark (8,2 ps.) og restin (5.9 ps.) aðrastaðni kring heimin.

Samanbera vit við hagtøl frá 1985, sæst at færri enn ein av hvørjum 100 íbúgvum í Føroyum tá hevði ikki danskan ríkisborgaraskap, meðan trettandi hvør íbúgvi var føddur aðrastaðni enn í Føroyum, harav meira enn tríggir fjórðingar í Danmark.

Lyklatølini eru munandi hækkað síðan 1985. Lutfallið av teimum ið eru fødd aðrastaðni enn í Føroyum anno 2021 er soleiðis nærum tvífaldað úr 7,6 upp í 14,1 prosent; samstundis er lutfallið av persónum føddir aðrastaðni enn í Kongaríkinum Danmark gott og væl trífaldað úr 1,8 upp í 5,9 ps.; og undir sama tíðarskeiði er lutfallið av teimum í Føroyum sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap meira enn ferfaldað úr 0,9 upp í 4,1 ps.

Millum tey meira vanligu føðilondini ídag, umframt Norðurlond, teljast eitt nú Filippinurnar, Thailand, Suður Korea, India, USA, Bretland, Týskland, Rumenia og Póland.