Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vaktarskifti á Fornminnissavninum

1. mai var vaktarskifti á Fornminnissavninum. Tá tók Erland Viberg Joensen við sum leiðari eftir Símun V. Arge, sum hevur verið fyribils settur leiðari síðan 2011. Erland fer at røkja starvið í eitt ár, meðan arbeitt verður við at leggja nýggja lóggávu fyri virksemini hjá Søvnum Landsins til rættis.

Símun V. Arge hevur ynskt at fara í eina eldraskipan og fer nú at taka sær av antikvariskum seruppgávum og granskingaruppgávum. Millum annað leiðir hann stóru verkætlanina um varðveitslu av fornminnunum í Kirkjubø og umboðar stovnin í Yvirfriðingarnevndini.

Søvn Landsins hava trý høvuðsvirksemi, sum eru at hava landsbókasavn, landsskjalasavn og musealt virksemi. Tí museala virkseminum standa Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið fyri.