Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið skipar, saman við Bragdinum, fyri Gongu½maraton í Tórshavn leygardagin 3. juni kl.13.00 og okkum tørvar vaktir. Tað er ein góður stuðul til Krabbameinsfelagið at standa vakt til hetta megnar tiltak. Tiltakið gert alsamt størri og vit hava tørv á nógvum vaktum, áleið eini 30 fólkum.

Vaktir til Gongu½maraton

Dan Klein --- 18.05.2017 - 07:06

Krabbameinsfelagið skipar, saman við Bragdinum, fyri Gongu½maraton í Tórshavn leygardagin 3. juni kl.13.00 og okkum tørvar vaktir.
 
Vaktirnar skulu standa í 2 tímar. Tær skulu forða ferðsluni og leiða hana, meðan luttakararnir ganga og renna. Á onkrum postum skulu vaktirnar eisini bjóða luttakarunum vatn og orkudrykk. Rutan í ár er broytt fyri at minka um órógv í ferðsluni.
 
Gongu½maraton fór av bakkastokki í 2015, sum ein liður í arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum at varpa ljós á krabbamein og tað stríð, fólk við hesi sjúku skulu ígjøgnum. Ein partur av luttøkugjaldinum fer beinleiðis til Krabbameinsfelagið.
Tað er ein góður stuðul til Krabbameinsfelagið at standa vakt til hetta megnar tiltak. Tiltakið gert alsamt størri og vit hava tørv á nógvum vaktum, áleið eini 30 fólkum.
 
Liggur fyri hjá tær at standa vakt fyri okkum, kanst tú senda okkum teldupost á kmf@krabbamein.fo ella ringja til okkara á telefon 317959. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum umvegis Facebook vangan hjá Krabbameinsfelagnum. Freistin at tekna seg sum vakt er fríggjadagin 26. mai kl. 15.00.
 
Tórshavn Maraton er eitt stórt og vælskipað afturvendandi tiltak. Við í Tórshavn Maraton í ár eru Bragdið, Krabbameinsfelagið og eisini Fólkaheilsuráðið, sum hevur gjørt av at taka táttin við heilsurenning uppaftur.