Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Val 2011 - Miðflokkurin

Valskráin hjá Miðflokkinum “Vit mugu framleiða okkum úr kreppuni” er komin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heilsar valskráum vælkomin, tí so ber til at kjakast um, hvør haldgóða kósin fyri Føroyar skal vera.

Miðflokkurin ásannar, at broytingar skulu gerast í fiskivinnuni. Miðflokkurin leggur dent á, at tilfeingi skal verða á føroyskum honum. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at føroyingar skulu hava ognarrættin til tilfeingi okkara.

Málið hjá Miðflokkinum um at virðisøkja sum mest í Føroyum er nakað sum Føroya Arbeiðsgevarafelag í vinnusjónarmiðunum sínum tekur undir við. Hetta skal tó ikki gerast við íløgustuðli, men við einum skilagóðum fiskivinnupolitikki, sum fevnir um alla virðisketuna heilt frá umsitingini av fiskastovnunum til fiskurin liggur á borðunum hjá brúkarinum í Føroyum ella úti í heimi. Á henda hátt fáa vit besta prís fyri okkara útflutningsvøru.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at víst verður til øktu skuldina hjá landskassanum og tað versnandi fíggjarstøðuna í landshúsarhaldinum.

Miðflokkinum roynir við hesum at vísa á, hvussu skjótt tað gongur tann skeiva vegin. Føroya Arbeiðsgevarafelg tekur undir við, at neyðugt er at fáa skilagóða lands- og kommunu fíggjarstýring beinanvegin, tí hóast skuldin enn í løtuni, so kann verandi gongd við undirskoti á fíggjarlógini skjótt hava ógvusligar fylgjur. At útbúgving og gransking innan fiskivinnuna verður styrkt, er skilagott átak og í samsvar við vinnusjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelags.

Ætlanini hjá Miðflokkinum um príseftirlit fyri at fáa brúkaraprísin niður kann Føroya Arbeiðsgevarafelag als ikki taka undir við. Kapping á marknaðinum er týdningarmesti faktorurin fyri at fáa prísin niður. Í vinnusjónarmiðum Føroya Arbeiðsgevarafelags hevur felagið uppskot um, hvussu kappingin kann tryggjast, og at hetta kann gerast við at hava eitt munagott mono- og duopoleftirlit. Tað er eingin orsøk til at stovna enn ein almennan eftirlitsstovn at hava eftirlit við nøkrum, sum Kappingareftirlitið kann taka sær av.

Føroya Arbeiðsgevarafelag kann ikki annað enn taka undir við sjónarmiði Miðfloksins um, at politiska skipanin skal virða tann pening, sum skattaborgarin letur landskassanum. Hetta verður tó ikki gjørt við at økja um almennu útreiðslurnar. Almenni sektorurin í Føroyum er lutfalsliga væl størri enn í m.a. Danmark og Íslandi. Tí mugu víðfevndar nýskipanir gerast av almenna geiranum fyri at fáa útreiðslurnar niður. Hetta kann gerast við at leggja dent á fyribyrging, so vit fáa bíligar loysnir til lítlar trupulleikar heldur enn dýrar loysnir til stórar trupulleikar. Somuleiðis eigur almennur innkeyps- og útboðspolitikkur at verða settur í verk.