Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Val til ungdómsráðið verður slóðbrótandi

Talan verður um tøkniligt nýbrot, tá fyrsta val til ungdómsráðið í Tórshavnar kommunu verður hildið.

Á fundi saman við forkvinnuni í mentamálanevndini, Helenu Dam á Neystabø, hevur fyribilssetta ungdómsráðið sett sær fyri, at valið skal fara fram um talgilda tøkni, tvs. um heimasíðu og app.

Arbeiðið at menna hesa valskipan er sett í gongd, og talan verður bæði um trygga og framkomna skipan. Burtur er blýantur og atkvøðuseðil úr pappíri.

Ungdómsráðið metir, at tað er sera týdningarmikið at røkka teimum ungu á teimum samskiftismiðlum, tey eru von at brúka og dáma best. Tað verður sostatt møguligt at lata sína atkvøðu beinleiðis um eina heimasíðu ella app á fartelefonini.

Valevni skulu stilla upp

Allir ungdómar í Tórshavnar kommunu millum 14-22 ár valdagin fáa høvi at velja limir í ungdómsráðið. Ætlandi verður sjálvt valið í seinnu hálvu av mars.

Umframt møguleikan at velja, so hava øll millum 14-22 ár valdagin eisini møguleikan at stilla upp. Í alt 5 limir verða valdir í ungdómsráðið, harumframt 5 varalimir. Valskeiðið er 2 ár.

Valevni, sum ynskja at stilla upp, skulu hava minst fimm stillarar, ið eisini lúka treytirnar fyri valrætti til ungdómsráðið. Hetta verður gjørt á serstøkum oyðiblaði, sum kommunan fer at senda út í næstum saman við endaligu dagfestingini fyri, nær sjálvt valið verður.

Ungdómsráðið týdningarmikla uppgávu

Býráðið samtykti síðsta heyst at skipa Tórshavnar Ungdómsráð, har tað er staðfest, at ungdómsráðið er umboð teirra ungu í kommununi. Eitt endamál er at styrkja fólkaræðið í kommununi við at skapa eitt forum, har ung fáa eina rødd í býráðspolitisku skipanini og arbeiðinum.

Ítøkiliga skal ungdómsráðið takast við í viðgerðina av málum, sum kommunan arbeiðir við og viðvíkja ungdóminum.

Eisini kann ungdómsráðið seta fram uppskot og hugskot til nevndir og býráð um viðurskifti, sum kunnu betra um korini og trivnaðin hjá teimum ungu. Ungdómsráðið hevur sostatt eina týdningarmikla uppgávu og leiklut í politisku avgerðartilgongdini.

Fyribils setta Ungdómsráðið fer í næstum at skipa fyri kunnandi fundum millum annað kring skúlarnar í Tórshavnar Kommunu, og vit gleða okkum til at fylgja við í valdystinum, og ikki minst til at samstarva við Ungdómsráðið. Tí okkum tørvar ein veruligan ungdómspolitikk, sigur Helena Dam á Neystabø.