Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umbering til Demokratia

Fram til løgtingsvalið skipar Demokratia fyri trimum valkvøldum kring landið, men Framtakið er ikki bjóða við.  Soleiðis skrivaðu vit í einum tíðindaskrivi, men vit vóru at skeivari leið. Framtakið hevði fingið eina innbjóðing til luttøku.

Framtakið er annars boykottað frá fyrsta degi av í samband við hetta valstríð. Tey fyrstu at leggja út við boykottinum var Starvsmannafelagið. Síðani fóru fleiri onnur krop á kroppi, og gjørdu tað sama.

Seinast vóru tað fyriskipararnir av Fiskivinnudøgunum í Klaksvík, sum bjóðaðu øllum flokkum at luttaka á kjakfundi, uttan Framtakið. Umberingin her var, at flokkurin ikki hevði valfelag í Klaksvík, Men tey hava heldur ikki fingið við, at Føroyar eru eitt valdømi, so hetta átti ikki at vera avgerandi fyri luttøku, so tað er eisini eitt ódemokratiskt boykott, sum vit vita, at veljarafjøldin langt síðani hevur gjøgnumskoðað.

Men rætt skal vera rætt. Demokratia skal hava eina umbering fyri tann órættin, Framtakið hevur framt í móti felagsskapinum, sum gav okkum eina innbjóðing. 

Framtakið fyri at velja kannabis



valfundir hjá demokratia.doc