Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Valfundur á Vaglinum

Demokratia skipar fyri valfundi við Speakers Corner stabban í Tórshavn - niðanfyri Løgtingið - leygardagin 13. juni kl. 16:00. Hetta verður skipað sum valfundur, har allar kvinnurnar á øllum teimum uppstillaðu listunum fáa høvi at røða. Hvør røðari fær 3 minuttir í senn, men møguleiki er fyri at fáa orðið aftur í øðrum umfari. 

Tíðindaskriv frá Demokratia:

Arbeiðssetningurin hjá Demokratia er at vaksa um kvinnuliga leiklutin í føroyskum politikki. At virka fyri at fáa burtur misjavnan í kynsbýtinum í ymsu politisku høpunum, í bý- og bygdaráðum, á Løgtingi og á Fólkatingi. 

Valini gera greitt hvør støðan er. Í hesum døgum fer fram valstríð í Føroyum, og hósdagin í næstu viku fer veljarafjøldin at gera av, hvørji tey bæði umboðini hjá føroyingum á Fólkatingi skulu verða.

Valstríðið í miðlunum hevur verið avmarkað. Tað er ein sannroynd, at nýggj valevni, og kvinnurnar sum eru uppstillaðar fyri teir ymsu flokkarnar, ikki hava fingið neyðuga rúmd at flyta fram síni sjónarmið og ætlanir fram á torg.

Í einum steðgi verður tónleikur á skránni við Guðrið Hansdóttir. 

Møtið fjølment.