Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Valkyrja hjá Týr er eitt satt meistaraverk!

- at fara ein gongutúr við seinastu útgávuni hjá teimum á iPhone´ini, er eitt satt njótilsi!

Eg havi roynt at fylgt teimum hesar seinastu mánaðirnar og hevði varhugan av, at teir fóru at koma við teirra bestu útgávu - nakrantíð.

Við hesi útgávuni hava teir rakt ein nógv breiðari lurtaraskara, tí teir hava torað at fara yvir á ein kanska “mildari” rock, sum eisini hevur givið pláss fyri eini kvinnuligari rødd – í lagnum “The Lay of Our Love.”

Tá eg hoyrdi undanlagið “Blood of Heroes” fekk eg kensluna, at tað kundi neyvan verða nakað betri, men eg má siga, at ØLL útgávan “osar” av væl gjøgnumførdum arbeiði, sum er so imponerandi við allari útgávuni!

Teir hava eisini givið rúmd fyri “Grindavísuni,” sum hevur verið teirra “vørumerki,” um ein so kann siga, men eisini her kann ein hoyra eitt meira “polerað” arbeiði, sum kortini eisini gevur pláss fyri tí “ráa.”

“Nation” er eitt avbera gott lag, men seinasta lagið “Cemetery Gates” vísir eitt veruligt lop, sum gevur rúmd fyri tí bleyta og harða, sum er ein fantastisk og øðrvísi uppseting, sum teir hava havt dirvi at leggja úr hondum.

Meginparturin er á enskum, sum, eg haldi, gevur útgávuni ein nógv meira altjóða dám, sum ivaleyst fer at bera teir langt fram.

Hetta er sanniliga ein útgáva, sum er verd at ogna sær og skal hon fáa 10 av 10 stjørnum frá mær!

Hoyr her lagið: “Blood of Heroes”

Fríðálvur Jensen

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=aONcdN0Weiw]