Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Valskrá Sjálvstýrisfloksins 2015 - Fólkatingsval

- Sjálvstýrisflokkurin er ikki fyri ES-limaskapi, men vit vilja varðveita tætt handilssamstarv við ES. Fólkatingssessurin skal ikki nýtast til at arbeiða fyri føroyskum ES-limaskapi, tí tað er ein spurningur, vit skulu loysa í Føroyum.

- Vit fara ikki at nýta fólkatingssessin til at fíggja málsøki, sum vit hava yvirtikið, og sum vit hava ábyrgdina av. Tað skulu vit gera í Føroyum.

- Fólkatingssessurin skal nýtast at upplýsa danir um føroysk viðuskifti og at umboða føroyingar í politisku skipanini í Danmark.

- Sjálvstýrisflokkurin fer ikki at blanda seg í donsk viðurskifti, ið ikki viðvíkja Føroyum.

- Sjálvstýrisflokkurin fer at verja føroysk áhugamál á Fólkatingi.

- Vit vilja samstarva við donsku stjórnina á jøvnum føti heldur enn at taka í móti olmussu. Vit vilja samstarva innan orku-, vinnu-, granskingar- og heilsuøkið.

- Flokkurin fer ikki at taka í móti donskum peningaligum stuðli, um fokkurin far tað í boði.

- Føroyingar brúka nógv danska heilsuverkið, og tí er neyðugt at tryggja, at føroyingar altíð fáa ta viðgerð, sum vit hava krav upp á í Danmark. Hetta kann fólkatingssessurin vera við til at tryggja.

- Føroyingar skulu hava møguleika at taka enn fleiri útbúgvingar í Føroyum, og tí skulu vit hava samstarv innan útbúgving. Heldur enn at útflyta næmingar skulu vit innflyta lærarar. Hetta skal gerast við at skipa eitt enn meira umfatandi samstarv við danska útbúgvingarverkið.

Sjálvstýrisflokkurin