Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Valskráin hjá uttanflokkalistanum

Uttanflokkalistin til fólkatingsvalið stillar upp við eini heilt greiðari skrá:

Vit hava sett okkum fyri, at vit skulu stýra og ráða í okkara egna ríki. 

Tað, sum higartil hevur forðað okkum í hesum, hevur verið viljin hjá stjórn Danmarkar at ráða yvir okkum. Setningur okkara er at vinna á hesum illvilja.

Fyrsta fortreytin fyri at vinna hetta stríð er at vit hava kunnleika til veruligi rættarviðurskifti okkara. 

Nú er fullprógvað, at vit hava rætt til sjálvi at stýra øllum okkara viðurskiftum.

Tað nú ræður um, er at senda eitt umboð niður á fólkatingið at gera greitt, at vit ikki vilja lata okkum lynda, at núverandi óskil heldur fram.

Fyri at gera vart við, at talan er um álvarsmál, fari eg ikki at geva nakað hátíðarligt lyfti um at halda donsku grundlógina.

Harumframt fari eg at tosa føroyskt á fólkatingi.

Heldur ikki fari eg í ta fellu at taka við løn frá donskum skattgjaldarum.

Eg kann leggja afturat, at eg havi biðið allar sjálvstýrisflokkarnar um samstarv, og vóni framvegis, at hetta kemur í lag.

Zakarias Wang