Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast

Upplýsingar á internetinum og í miðlum fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera tænasturnar í Føroyum við, hvussu tænastan er aðrastaðni, sigur Læknafelag Føroya, sum aftur ávarar í móti gongdini. 

Læknafelag Føroya hevði aðalfund leygardagin 24. oktober. Gestir á fundinum vóru landsstýriskvinnan í heilsumálum og aðalstjórin í heilsumálum.

Í formansfrágreiðingini síni legði Pál Weihe fram úrslitini av einum kanningararbeiði, sum ein búskaparfrøðingur hevur gjørt fyri felagið. Kanningin hevur heitið: “Heilsuverkið í Føroyum – læknamanningin og fíggjarlógarjáttanin – samanborið við onnur lond” – sí viðhefta. Hon sigur stutt, at okkum vantar umleið hálvthundrað læknar og á leið 350 mill. krónur, um vit skulu samanbera okkum við Danmark.

Læknafelagið rópti varskó í vár, tí tøl frá NOMESCO ( Nordic Medico-Statistical Committee) vístu, at læknamanningin og játtanin til føroyska heilsuverkið var eftirbátur í mun til hini Norðurlondini. Tá var ivi sáddur um tølini, og valdi nevndin í laksafelagnum tí at biðja ein fíggjarfrøðing kanna tølini nærri. Úrslitið av kanningararbeiðinum hevur tíverri bert staðfest ringu støðuna, sum føroyska heilsuverkið er í. Niðurstøðan frá í vár standur tí við og er hendan: 

“Læknafelag Føroya heldur, at føroyska samfelagið eigur at gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, vit vilja hava. Um vit lata standa til, sum nú, fara vit ikki at kunna siga, at vit hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini. Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein politiskur trupulleiki. Upplýsingar á internetinum og í miðlum fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera tænasturnar í Føroyum við, hvussu tænastan er aðrastaðni.

Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin veksur skjótt í hesum árum, men spurningurin er, um føroyingar vilja gjalda tað, sum tað kostar. Lága játtanin til heilsuverkið í Føroyum er ein vandamikil gongd. Læknafelag Føroya fer tí at ávara ímóti hesi gongdini. Læknatrotið í føroyska heilsuverkinum ger, at føroyingurin fær minni og minni ágóða av teimum frambrotum, sum læknavísindin ger úti í heimi.

Læknafelag Føroya fer tí at mæla til, at tað beinanvegin verða settar 50 mill. krónur av árliga til nýggj læknastørv – hetta skal vera tøkur peningur at gjalda við so hvørt skikkaðir umsøkjarar eru til tey umleið fimti størvini, sum okkum mangla. Hendan játtan skal ikki brúkast til onnur endamál – og tað óbrúkta fellir við árslok aftur í landskassan. 

Væntandi kunnu vit ikki finna skikkaðar umsøkjarar til hesi størv beinan vegin, men tá ungfólk úti í heimi frætta, at tað er peningur tøkur til hesi størv, fara tey væntandi og vónandi at seta sær sum mál at koma heima aftur at virka, tá tey eru búgvin til eitt fast starv sum serlækni í føroyska heilsuverkinum – og tá eru tey flestu vanliga í aðru helvt av tríatiárunum. 

Fáa tey ikki hendan møguleikan í eygsjón skjótt eftir loknan lestur, so er vandi fyri, at vit – føroyska samfelagið – missa tey og at tey heldur ríka onnur samfeløg við teirra evnum og førleikum.

Verða øll hesi læknastørv sett við skikkaðum serfrøðingum, verður avleiðingin sjálvandi eitt nógv størri virksemi í føroyska heilsuverkinum, tí tørvur verður á at økja talið av sjúkrarøktarfrøðingum, bioanalytikarum, skrivarum og fleiri øðrum starvsgreinum við.

Læknafelag Føroya heldur at hetta er rætti vegurin at ganga, um vit skulu tryggja føroyingum eitt tíðarhóskandi heilsuverk.”

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ásannaði at heilsuverkinum tørvaði pening og hon vildi gera sítt besta fyri, at játtanin til heilsuverkið fór at vaksa. 

Aftaná aðalfundin viðgjørdu 5 arbeiðsbólkar evnini:

1. Hvussu skipað vit sjúkrahúsverkið sum best við trimum sjúkrahúsum.
2. Hvussu fáa vit læknar at koma til Føroyar og at støðast.

Yvirlæknarnir Jákup Petersen og Bjarni av Steig høvdu gjørt upplegg áðrenn bólkaarbeiðið. Arbeiðsbólkarnir løgdu sínar niðurstøður fram á fundinum. Tá teirra skrivligu niðurstøður eru til skjals, vera tær almannakunngjørdar.

Vinarliga

Pál Weihe
formaður


Heilsuverksstøðan summarið 2015.pdf