Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vandamikið burturkast í ruskposunum

Fólk eiga at vera sera varin við, hvat tey koyra í ruskposarnar. Tað kemur fyri, at ruskinnsavnarar fáa skaða av lutum, sum ikki hoyra heima í vanliga ruskposanum til húsarhaldsavfall.

Fólk eiga at hugsa um, at ruskinnsavnarar taka tunnu plastposarnar upp við berum hondum, ofta taka teir á ryggin, og at teir kunnu fáa skaða av serliga hvøssum lutum, sum ikki eru innpakkaðir og ikki eiga at vera í posunum.

Herfyri fann ein ruskinnsavnari ikki færri enn 8 leysar hvassar knívar í einum vanligum ruskposa. Skaði er hendur av tílíkum áður, men tíbetur hendi ongin skaði hesaferð. Hinvegin hava ruskinnsavnarnar fingið størri og minni skaðar av glasi í ruskposunum.

Samskiparin hjá ruskinnsavningin upplýsir, at tá tílíkt hendir, so venda tey sær vanliga til tey, sum eiga ruskposan, og geva teimum eina vegleiðing um, hvat skal í vanliga ruskposan, og hvat eigur at verða gjørt við vandamikið burturkast.

Boðskapurin er, at fólk eiga at hugsa um heilsuna hjá starvsfólkunum, sum savna ruskposarnar saman.

Sí annars ráð og vegleiðing um burturkast á www.torshavn.fo