Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vandin við minkinum av hesaferð

Minkurin, sum varð hildin at koma við Norrønu fyri sløkum tveimum vikum síðani, varð sæddur á molanum í Havn.

Manningin á Smyrli sóu minkin við kaikantin, tá lagt var at landi í Havn. Teir fylgdu honum, til aktingarmaðurin var komin á staðið.

Tá minkurin vísti seg aftur, skeyt Sigurð Hansen, aktingarmaður hjá Tórshavnar kommunu, minkin. Fólk hava verið bangin fyri, at minkurin kundi gera stóran skaða, tí minkur er skaðadjór.

Aktingarmenninir komu niðan til borgarstjóran at vísa honum minkin. So nú kunnu borgarnir kenna seg tryggar aftur.

296483_2430105999961_1470944262_2751087_1826911119_n.jpg