Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vantandi virðing fyri føroyskari arbeiðsmegi

Eftir: Sámal Poulsen:

Allir reiðararnir, sum eg tosaði við eftir kjakfundin í Klaksvík, og eg tosaði við nógvar, tóku undir við uppskotinum hjá Aksel Johannesen, sum teir hildu vera tað einasta rætta at gera. Og manningafeløgini taka øll undir við tí, tað kann eg garantera, sigur Sámal Poulsen í grein síni.

Vegna føroysku fiskimenninar harmist eg stórliga, at okkara egni fiskimálaráðharri ikki vil ganga á odda móti sosialari dumping á okkara arbeiðsplássum á sjónum og tryggja, at hesi arbeiðspláss verða javnsett við øll onnur føroysk arbeiðspláss. Men Jacob Vestergaard hevur vent uppskotinum hjá Aksel Johannesen, formanni Javnaðarfloksins í hurðini. Tað gjørdi hann alment á Rás 2 í fyrradagin, og hann endurtók boðskapin á kjakfundinum um fiskivinnu, sum var í Klaksvík í gjárkvøldið.

Tað er annars eitt sera einfalt lógaruppskot, sum Aksel Johannesen leggur fyri tingið. Hann vil seta sum treyt í fiskiloyvini, at tann, ið fær eitt slíkt loyvi, skal løna manningini eftir sáttmálunum, sum frammanundan eru galdandi millum føroyskar reiðarar og føroysku manningarfeløgini.

Allir hinir flokkarnir tyktust at vera til at tosa við um hetta, sjálvt um onkur ivaðist nakað á fundinum í Klaksvík. Men Jacob Vestergaard tosaði bara um, at tað var at gera seg inn á fría samráðingarrættin, um tað bleiv sett í lógina, at sáttmálarnir við føroysku manningarfeløgini skulu fylgjast.

Og so haldi eg, at tað lá ikki sørt av vanvirðing í tí, tá hann segði seg ivast í, hvør definisjónin upp á eitt føroyskt manningarfelag er. Tað stendur øllum frítt fyri at fara saman og stovna eitt felag og so kalla tað eitt manningarfelag; okkurt soleiðis tók Jacob Vestergaard til.

Men eg kann fortelja honum, at Føroya Fiskimannafelag er 103 ára gamalt, og tá útróðurin er undantikin, er Fiskimannafelagið tað einasta fakfelagið, ið nakrantíð hevur organiserað føroyskar fiskimenn umborð á føroyskum skipum.

Og tá tað kemur til fría samráðingarrættin, so hevur hesin ikki umsorganina hjá fiskimálaráðharranum fyri neyðini. Samráðingarrætturin er ein rættur, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga, og halda teir hann vera hóttan, skulu teir nokk siga til. Men hetta málið hevur absolutt onki við samráðingarrættin at gera, tí tað snýr seg bara um, at sáttmálarnir, sum vit longu hava samrátt okkum til, og sum vit við jøvnum millumbilum skulu tingast um av nýggjum í fríum og frælsum samráðingum, verða galdandi umborð á øllum føroyskum fiskiskipum við føroyskum veiðirættindum.

Allir reiðararnir, sum eg tosaði við eftir kjakfundin í Klaksvík, og eg tosaði við nógvar, tóku undir við uppskotinum hjá Aksel Johannesen, sum teir hildu vera tað einasta rætta at gera.

Og manningafeløgini taka øll undir við tí, tað kann eg garantarea. Tí um somu tíð, sum Aksel Johannesen er komin við sínum uppskoti, hava manningafeløgini í felag skrivað løgtingslimunum bræv, har tey heita á teir um at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum reiðarar og føroysku manningarfeløgini.

Við hesum reglum vóni eg, at Jacob Vestergaard hugsar seg um av nýggjum og broytir støðu, so hann í sínum virki tænir allari tí føroysku fiskivinnuni, eisini teimum føroysku fiskimonnunum, og ikki teimum sera fáu reiðarunum, ið onki leggja í føroysk arbeiðspláss.

Sámal Poulsen

næstformaður, Føroya Fiskimannafelag

 

Skrivið frá manningarfeløgunum til landsstýri og løgting kann lesast her: http://www.fiskimannafelag.fo/media/11484/manningarfeloegini-vilja-vi%C3%B0-hesum-heita-a%CC%81-landssty%CC%81ri%C3%B0-og-loegting-at-tryggja.pdf