Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Varðveita søguligt øki á Argjum

Seinastu dagarnar hevur verið orðaskifti um, at kommunan nú tekur niður gomlu sethúsini á Argjavegi 7 niður.

Ført verður fram, at hetta er partur av søguni hjá gomlu Argjabygd, sum kommunan nú beinir burtur, og rikið verður framundir, at kommunan ætlar at fremja enn størri inntriv í økið. Hetta seinasta er ikki rætt.

Kommunan keypti húsini í 2006. Talan var tá um eini hús í ringum standi. Kommunan hugsaði serliga um at tryggja møguleikan at breiðka vegin - og samstundis taka atlit til kirkjugarðin hjá Argja Hospitali og minnisvarðanum um fyrstu niðursetufólkini, ið settu búgv á Argjum síðst í 1820´unum.

Rætt er, at húsini og minnisvarðin standa í søguligum umhvørvi. Rætt er eisini, at umhvørvið har hevur aðrar søguligar dýrgripir, ið tíbetur eru varðveittir.

Einki sæst í dag til leivdir av gamla Argja Hospitali, men tey spitalsku, sum hvíla undir flag har, hava fingið frið. Og niðanfyri vegin, í støðni, stendur eitt nú Andrassarstova, elsta hús á Argjum, sum enn verður brúkt m.a. til undirhús.

Tað er tó ikki nøkur ítøkilig ætlan at breiðka ytsta partin av Argjavegnum, sum er orsøkin til, at kommunan hevur avgjørt at taka húsini niður. Heldur eingin ætlan er um at flyta minnisvarðan ella at taka onnur hús og neyst niður fyri vegi – hetta er alt privat ogn.

Húsini eru einfalt í sera ringum standi og mett ikki verd at byggja uppaftur, og við at taka húsini niður fær minnisvarðin betri pláss.

Av størri týdningi er eisini, at tað nú ber til at skapa eitt vakurt umhvørvi á sjálvum tí søguríka staðnum, har Argja søga – bæði tann hjá Argja Hospitali og niðursetufólkunum, kann verða varðveitt, fortald og sýnd fram.

Tórshavnar kommuna