Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Varðveitið sjómannafrádráttin

Tíðindaskriv frá Norðoya- og Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, 18. mars 2013:

Sjálvstýrisfeløgini í Norðoyggjum og Eysturoynni frámæla staðiliga ætlanunum hjá løgmanni at minka um sjómannafrádráttin.

Eftir landsfundin hjá Sambandsflokkinum boðaði løgmaður frá, at fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina, ætlar Sambandsflokkurin at minka um sjómannafrádráttin.

Meðan Noregi alsamst hækkar frádráttirnar til sjófólkið, ætlar løgmaður at minka sjómannafrádráttin. Munurin ímillum inntøkunar umborð á føroyskum og norskum skipum er vaksandi, og tað fer at verða ringt at varðveita fólk umborð á føroysku skipunum.

Hesum átala formenninir í Norðoya- og Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, Rúna Sivertsen og Annfinnur Garðalíð.

Løgmaður og Sambandsflokkurin mugu minnast til, at tá sjómannafrádrátturin varð ásettur, var ein av orsøkunum kappingarførið hjá vinnuni. Londini rundanum um okkum hava øll okkurt slag av serskipan fyri sjófólkið. Eitt nú hevur Noregi ein sjómannafrádrátt, sum liggur um 150.000 krónur árliga.

Avtaka vit sjómannafrádráttin kunnu vit vera vís í, at sjófólkið flytir av landinum, tí inntøkan við at sigla uttanlands, eitt nú í Noregi, verður munandi størri.

Hyggja vit frameftir verður kostnaðurin av at avtaka sjómannafrádráttin hægri enn løtuvinngingurin, sum landskassin vinnur í fyrstu syftu. Ein minking í sjómannafrádráttinum fer at raka meint og fer eg føra til fólkafráflyting.

Tí frámæla vit staðiliga, at sjómannafrádrátturin verður skerdur, men mæla heldur til at varðveita hann í minsta lagi á sama støði sum í dag.

Rúna Sivertsen, forkvinna

Norðoya Sjálvstýrisfelag

Annfinnur Garðalíð, formaður

Eysturoyar Sjálvsýrisfelag