Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Varpa ljós á bústaðarviðurskiftini og tænastuna til fólk við menningartarni

Tíðindaskriv: Næsta vikuskiftið verður Javni vertur fyri norðurlendskum fundi um viðurskiftini hjá fólki við menningartarni.

Í hesum sambandi skipar felagið fyri ókeypis evnisdegi á Hotel Føroyum fríggjadagin 9. mai frá kl. 9 til middags.

Evnisdagurin verður hildin undir heitinum “Bústaðarviðurskifti og tænasta til fólk við menningartarni”.

-Endamálið við degnum er at varpa ljós á bústaðarviðurskiftini hjá fólki við menningartarni og tænastuna, sum tey fáa, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna.

Ungur maður við menningartarni greiðir frá

Á evnisdegnum verða fyrilestrahaldarar úr Noregi, Danmark og Føroyum.

Dánial Gram Høgnesen úr Spyr Meg, sum er nevnd undir Javna, fer at greiða frá sínum bústaðarviðurskiftum og tænastuni, hann fær í dag sum menningartarnaður.

Samstundis fer hann at bera fram ynski síni á hesum øki.

Menningin í Noregi

Hedvig Ekberg úr NFU, systirfelagnum hjá Javna í Norra, fer at greiða frá bústaðarviðurskiftunum hjá menningartarnaðum har yviri.

Í hesum sambandi fer hon eisini at greiða frá norska HVPU-reforminum frá 1991, sum hevði til endamáls at bøta um viðurskiftini hjá fólki við menningartarni, og hvussu menningin hevur verið á bústaðar- og tænastuøkinum síðani tá.

Harumframt fer hon at greiða frá nýggju politisku viðtøkuni at gjøgnumganga og endurskoða viðurskiftini á bústaðar- og tænastuøkinum, og um rættindini hjá norðmonnum við menningartarni at fáa tænastu inn í heimið – sama hvar tey búgva.

Soleiðis arbeiðir LEV

Tonny Mortensen, næstformaður í LEV, danska systirfelagnum hjá Javna, fer at greiða frá, hvussu LEV arbeiðir á bústaðarøkinum.

Hann fer at nema við rákið í Danmark at byggja nógvar íbúðir á sama matrikli, og hvat LEV heldur um tað. Eisini fer hann at siga sína hugsan um, hvussu tað ávirkar tænastuna, at fleiri búgva undir somu lon.

Umboð fyri Almannaverkið, fer at greiða frá føroysku viðurskiftunum á bústaðar- og tænastuøkinum.

Viðkomandi fyri m.a. politikarar

Sigrun Wardum vónar at síggja so nógv sum gjørligt á námsskeiðnum.

-Hetta skuldi verið gott at havt í skjáttuni hjá ikki minst politikarum og embætisfólki umframt leiðslu og starvsfólki á økinum. Men øll onnur eru eisini hjartaliga vælkomin, sigur forkvinnan í Javna.

Hon leggur dent á, at hóast evnisdagurin er ókeypis, ynskja tey kortini tilmelding, sum skal vera Javna í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. mai kl. 12.