Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Varsemi er lyklaorðið í góðum tíðum – eisini hjá landskassanum

Tað krevur dirvi i góðum tíðum at halda aftur í almennu útreiðslunum og íløgum, sigur løgmaður. Í næstum fáa samgongan og løgmaður møguleikan at sýna hetta í verki, tá uppskot til fíggjarkarmar fyri 2017 verður lagt fram.

Marita Rasmussen, Stjóri

Løgmaður Aksel V. Johannesen skrivar í Sosialinum 3. februar eina týdningarmikla og áhugaverda tíðargrein, har høvuðsboðskapurin er, at tað er neyðugt at halda aftur í almennu útreiðslunum í góðum tíðum, hóast tað er torført og krevur dirvi. Løgmaður rakar við hesum boðskapi seymin á høvdið. Tað er neyðugt at halda aftur við almennu útreiðslunum í góðum tíðum, so undirskotini ikki gerast ov stór, tá tíðirnar verða verri. Eisini er neyðugt at halda aftur, so tað almenna ikki er viðvirkandi til at koyra ov nógva ferð á búskapin, og harvið skapar fløskuhálsar og lønarglíðing á arbeiðsmarknaðinum.

Sum løgmaður so rætt vísir á, er tað tó lættari sagt enn gjørt at halda aftur í góðum tíðum. Um vit t.d. hyggja eftir teirri fíggjarlógini, sum løgtingið júst hevur samtykt, so øktust almennu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum við uml. 4% í mun til samtyktu fíggjarlógina fyri 2015. Tað er ikki hissini vøkstur og ber ikki boð um eina fíggjarlóg, sum er ætlað at virka tálmandi fyri ferðina á búskapinum. At landsstýrið á pappírinum hevur megnað at fingið eitt lítið yvirskot á fíggjarlógina er tí í størstan mun orsakað av, at skatta- og avgjaldsinntøkurnar eru hækkaðar. Og tað krevur ikki líka breiðar herðar og dirvi at hækka skattir og avgjøld, sum at halda aftur á útreiðslusíðuni.

Hevði samgongan hildið aftur í almennu rakstrarútreiðslunum, hevði tað kanska verið ein møguleiki fyri, at landskassin hevði fingið eitt veruligt yvirskot á fíggjarlógina. Forskattingin av pensiónini verður tikin við í roknskapin, men talan er ikki um varandi eyka inntøkur til landskassan. Samstundis hevur landskassin gjørt seg tengdan at sveiggjandi inntøkum við tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni og loyvisgjøldum frá alivinnuni.

Tað, sum tíverri vísir seg at henda ferð aftaná ferð, er, at politiska skipanin ikki klárar at halda aftur í góðum tíðum, og tí ikki hevur so góðan møguleika fyri at økja um útreiðslurnar í verri tíðum. Undir seinastu fíggjar- og búskaparkreppu hoyrdu tú javnan búskaparfrøðingar ávara um at seta sparitiltøk í verk, tí tað kundi gera kreppuna verri. Tá tíðirnar so gerast betri hoyrir tú tó ongan ávara um at landskassin brúkar ov nógvan pening, og heldur eigur at avmarka almennu rakstrarútreiðslurnar. Men sum Føroya Arbeiðsgevarafelag áður hevur víst á, er tað ikki ein gongd leið at økja um landskassaútreiðslurnar bæði í góðum og ringum tíðum.

At løgmaður skrivar eina grein um, hvussu neyðugt tað er at halda aftur í almennu útreiðslunum, er eitt gott fyrsta stig, men boðskapurin hevði tó verið meira trúverdugur, um greinin ikki kom minni enn ein mánaða aftaná at samgongan, sum Aksel V. Johannesen leiðir, hevði avgjørt at hækka rakstrarútreiðslurnar í stórum. Vit kunnu so bert vóna, at uppskotið til fíggjarkarmar fyri 2017, sum samgongan skal leggja fram í næstum, er í tráð við boðskapin í tíðargreinini hjá løgmanni. Tí hóast boðskapurin er torførur at praktisera, verður hann ikki minni rættur av tí.