Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hóskandi skip skal finnast.

Nú manglar sandoyggin enn einaferð eitt hóskandi skip. So nólsoyingar ressist og verjið borg – annars kann vera, at Ternan er júst rætta skipið at nøkta tørvin á Sandoynni.

Ternan er so ofta tikin úr siglingini í Nólsoy, uttan svørslag. Enntá máttu nólsoyingar finna seg í, at hava Sildberan sum einasta skip at røkja vanligu siglingina í fleiri vikur í vár.
 
At Sildberin var ov lítil og als ikki hóskandi til tann flutningstørv, sum fólk í Nólsoy, sum dagliga sigla aftur og fram hava, vistu vit sum búgva her. Tað kom meira enn so fyri, at fólk sum skuldi til arbeiðis, máttu standa eftir á keiini og venda aftur til hús – og gjørdist ov sein til arbeiðis. 

Flutingur í samband við konfirmatiónir í oynni, var ein skandala og fólk við rørslutarni sluppu ikki í konfirmatión. Eisini var tað fleiri ferðir at ferðafólk stóðu eftir á keiini, bæði í regni og kulda.

Sjálv heitti eg á landsstýrismannin um, at møta upp á Bursatanga og koma við ein túr, fyri at síggja við egnum eygum, at Sidlberin var ov lítið skip at loysa Ternuna av. Men tað gav hann sær ikki stundir til. 

Nú rópa sandoyingar aftur varskó, tí siglingin um Skopunarfjørð ikki er nøktandi. Hetta gevur nólsoyingum høvi at ressast og ansa eftir, at tað ikki aftur verður Ternan, sum skal takast frá nólsoyingum. Nólsoyingar eru tolin og rópa ikki so hart, men tað eigur ikki at vera neyðugt. 

Nólsoyingar hava ongan borgarstjóra sum reisir seg vegna okkum, tá á stendur. Heldur ikki hava vit eina Ternunevnd, sum kann taka tílíkar spurningar upp við politisku skipanina. 

Nólsoyggin hevði eina vón um, at fáa eitt skip, sum skuldi byggjast til nólsoyingar at brúka, men hetta var tann fyrsta beistagerðin, sum landsstýrismaðurin Henrik Old gjørdi, hann strikaði snøgt sagt ætlanina um at byggja eitt skip, til Nólsoyarleiðina. 

Nólsoy er ein livandi bygd og her er nógv virksemi, bæði alment og vinnuligt og bjartskygni er millum fólkið. Hús verða sett í stand, uttanumøki vera fríðkaði og felagsøkir verða gjørd og hampaði. Tá optimisma er og fólk eru virkin, stendst eisini tørvur á flutningi. 

Handilsvinnan skal hava vøru hvønn dag, fólk skulu hava tilfar til ymiskt byggiarbeiði eins og akfør skulu flytast ímillum. Handverkarar skulu sigla ímillum at loysa arbeiðsuppgávur, men tað er nærum vónleyst at fáa handverkarar at koma um fjørðin, tá siglingin er óreglulig. Og tað sigur seg sjálvt, at tað skulu ikki nógvar broytingar til, so hvørvur optimisman og áhugin fyri at vitja og búseta seg í Nólsoy minkar.

Samanumtikið, so liggur ein nógv størri ábyrgd á herðunum hjá landsstýrsimanninum í samferðslumálum, enn hann sjálvur er greiður um. Mátin sum trupulleikarnir vera loystir skapa ónøgd og óneyðugt klandur millum tær oyggjar, sum hava tørv á flutningi og nøktandi ferðasambandi. Oyggjafólkið eigur at standa saman, og krevja nøktandi loysnir, hvørja ferð, fyri allar farleiðirnar. Tað er ikki ein uppgáva hjá leiðsluni hjá Strandferðsluni, at taka dagar ímillum, hvør rópar harðast ella hvør hevur tey fólkavaldu tættast at sær.

Maud Wang Hansen