Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Veðrið tíma fyri tíma

VEÐURTÆNASTA: Landsverk bjóðar nú eina nýggja tænastu, sum er ein veðurfrásøgn tíma fyri tíma. Tænastan verður veitt í samstarvi við danska veðurstovnin, DMI.

Sum øll vita, kann veðrið í Føroyum vera ógvuliga skiftandi, og tí hava veðurforsagnir altíð havt stóran týdning fyri okkum, sum her búgva.

Landsverk er nú farið undir at bjóða eina nýggja tænastu, har vindmegi, hiti, fuktur og avfall tíma fyri tíma verður víst á einum korti. Hvønn triðja tíma verður kortið dagført.

Frásøgnin er serliga hent hjá brúkarum, ið eitt nú hava arbeiði, sum er nær tengt at veðri. Til dømis hjá útróðarmonnum, arbeiðstakarum og øðrum, sum í stóran mun hava sítt virki uttandura. Eitt nú hava operativu starvsfólkini hjá Landsverki stóra gleði av hesi tænastu.

Nýggja veðurtænastan kann síggjast á her: http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=19759