Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Veðurlagspolitikkurin – uppgerð fyri 2010

Nýggja uppgerðin yvir útlát av vakstrarhúsgassi gevur høvi at tríva í nøkur av málunum, sum vórðu sett í almenna veðurlagspolitikkinum í 2009 og staðfesta, hvussu støðan er.

Í mun til at náa yvirskipaða málið um at minka samlaða útlátið við 20% innan 2020, kann staðfestast, at útlátið av vakstrarhúsgassi í 2010 var 4% lægri enn tað var í støðisárinum 2005. Eftir at útlátið minkaði tvey ár á rað, vísti 2010 uppgerðin eina munandi øking í útlátinum. Sí mynd 1.

Upphiting

Tá tað kemur til málið um at fáa nýtsluna av olju til upphiting niður í eina helvt innan 2020, hevur samlað sæð gingið rættan veg, men enn restar nógv í, áðrenn komið er á mál. Kalda veðrið í 2010 var høvuðsorsøk til lutfalsliga stóra útláti í fjør. Oljunýtslan hjá húsarhaldum, handlum og stovnum má minkað heili 40% næstu 10 árini um málið skal røkkast.

Elframleiðsla

Seinnu árini er alt meira olja brúkt til at framleiða streym, ikki minst í 2010. Staðfestast kann at lutfalsliga minni partur av streyminum verður framleiddur úr varandi orkukeldum. Sostatt gerst útlátið av vakstrarhúsgassi eisini størri, sí mynd 3. Av tí at elframleiðslan í 2010 var nógv darvað av trupulleikum við framleiðslukervinum, er sannlíkt, at størri partur av elframleiðsluni fer at verða framleiddur úr varandi orku komandi árini.