Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2015

Víst verður annars til løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið við seinni broytingum

 

29. juli 2015

(§ 15, stk. 2)

Løgmaður ásetir valdagin til at verða 1. september 2015.

Løgmaður sigur samstundis løgtingsvalnevndini frá hesum.

Løgtingsvalnevndin sendir skjótast gjørligt boð til øll valstýrir.

 

Brævatkvøður

(§ 37, stk. 1)

 

 

Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. (1. mai 2015)

Í øðrum førum skal brævatkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin (25. august 2015)

 

29. juli 2015

(§§ 3 og 5)

 

Tá ið val er útskrivað, verða vallistarnir gjørdir við fólkayvirlitinum sum grundarlag.

Eru fleiri valstøð í somu kommunu, verður ein listi gjørdur fyri hvørt øki.

 

Skjótast til ber aftaná 29. juli 2015

(§ 6)

 

Skjótast til ber, aftan á at valið er útskrivað, skulu vallistarnir leggjast fram til alment eftirlit og liggja frammi í minsta lagi í eina viku á einum staði ella eftir umstøðunum á fleiri støðum í kommununi, sum liggja høgliga fyri hjá íbúgvunum

 

 

Aftaná 29. juli 2015

(§ 6, stk. 2)

 

Beint sum vallistarnir eru gjørdir, sendir kommunustýrið valkort til teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kommununi

 

 

Aftaná 29. juli 2015

(§ 7)

 

Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur sambært § 6

 

30. juli 2015 kl. 18.00

(§ 15, stk. 3)

 

Síðsta freist at boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki.

 

5. august 2015

(§ 15, stk. 3)

 

Síðsta freist hjá løgtingsformanninum at boða landsstýrinum frá, hvørjir flokkar við seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har.

 

Skjótast gjørligt aftaná

5. august 2015

(§ 16, stk. 1 og 2)

 

Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstavamerking, sum nýtt verður til valevnislistar floksins

Løgmaður boðar frá, hvørjir flokkar hava rætt til at taka lut í valinum og hvørja bókstavamerking, hvør flokkur hevur fingið til valevnislistar sínar.

 

11. august 2015

(§ 1, stk. 2 í kunngerðini um lesandi uttanlands)

 

Síðsta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum (lesandi uttanlands).

 

18. august 2015 kl. 18.00

(§ 17, stk. 4)

 

Síðsta freist at lata valevnislistarnar inn til formannin í løgtingsvalnevndini.

 

24 tíma freist

(§ 17, stk. 9)

 

Heldur løgtingsvalnevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi umboði fyri flokkin ella stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.

 

Skjótast møguligt aftaná   18. august 2015 kl. 18.00

(§ 13, stk. 1)

 

Formaðurin í løgtingsvalnevndini úvegar neyðugar atkvøðuseðlar til valið.

 

 

Sum skjótast aftaná 18. aug. 2015 kl. 18.00

 (§ 13, stk. 2)

 

Løgtingsvalnevndin sendir valstýrunum tað neyðuga talið av atkvøðuseðlum.

 

18. august 2015

(§ 8, stk. 2)

 

Síðsta freist fyri striking av vallista ella upptøku á tilflytaralista.

Persónur, sum stendur á vallista, skal, um hann meldar flyting úr kommununi, strikast á vallistanum í tí kommununi, hann flytur úr, og setast á vallista í tí kommunu, hann flytur til.

 

22. august 2015

(§ 6, stk. 3)

 

Seinasta freist hjá landsstýrismanninum at kunngera dag og tíð fyri valið. Samstundis skal landsstýrismaðurin kunna um, at

1) vallistar liggja frammi til alment innlit,

2)valkort verða send út, og

3) til avvarðandi kommunur skulu stílast kærur um:

a) at persónur ikki er komin á vallistan

b) at persónur at órøttum er tikin við, og

c) um manglandi valkort ella valkort við feili ella mangli.

 

25. august 2015

(§ 37, stk. 1)

 

Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Í øðrum førum skal brævatkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

 

31. august 2015

(§ 37, stk. 2)

 

Síðsta freist at atkvøða við brævi.

Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

 

Til og við valdagin 1. september 2015(§ 7)

 

Kommunustýrið kann rætta feilir sambært kærum sambært § 6

 

1. sept. 2015, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar

( § 41)

 

Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi.

 

 

 

1. sept. 2015 kl. 10.00 til kl. 20.00 (§ 22)

 

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 

 

1. sept. 2015 kl. 20.00

ella tá atkvøðugreiðslan er av

(§ 28, stk. 1 og § 29, stk. 2)

 

So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.

Úrslitið verður ført í valbókina, og verður fráboðan skjótast gjørligt send landsstýrismanninum á tann hátt, sum fráboðað er undan valinum. Úrslitið skal eisini kunngerast fyri teim hjástøddu.

 

 

Skjótast gjørligt, tá atkvøðu-teljingin er av

(§ 29, stk. 3)

 

Formaðurin í valstýrinum sendir skjótast gjørligt í innsiglaðum pakka formanninum fyri løgtingsvalnevndini allar vallistar, atkvøðuseðlar og útskrift úr valbókini

 

 

8. september 2015

(§ 30, stk. 1, og § 32, stk. 3 og 4)

 

Síðsta freist hjá  løgtingsvalnevndini at gera endaligu uppgerðina av valinum.

Løgtingsvalnevndin gevur øllum teimum valdu eitt valbræv.Løgtingsvalnevndin sendir landsstýrismanni atkvøðutilfarið og váttaða útskrift av valbókini. Atkvøðutilfarið verður goymt í eitt ár og skal síðani forkomast.

 

9. september 2015

(§ 14, stk. 2)

 

Í seinasta lagi dagin eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skal formaðurin í løgtingsvalnevndini senda landsstýrismanninum eina váttaða útskrift úr gerðabókini um, hvat ført er í gerðabókina um valið.

 

15. sept. 2015 kl. 10.00

(§ 44, stk. 1 og 2)

 

Klagur um løgtingsval skulu vera Løgtingsskrivstovuni, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn, í hendi innan kl. 10.00, 15. sept. 2011. Løgtingið ger av gildi av vali tingmanna, og um ein tingmaður hevur mist sítt valbæri.

 

Tá ið nývalda Løgtingið er sett

 

Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn. Løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett.