Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vegurin sum arbeiðspláss

Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri skeiðinum ”Vegurin sum arbeiðspláss” í Tórshavn tann 23. og 24. september

Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest á Hotel Tórshavn mánadagin 23. og týsdagin 24. september. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.
 
Melda til á industry@industry.fo við at upplýsa á skeiðsluttakara:
 
Navn
Føðingardag
Telefonnummar
Teldupost
Fyritøku
 
Er skeiðsluttakari limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um Vitan her.