Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vegurin upp á tindin hjá Liljan Weihe, tíðindaleiðara

Sum vit fyrr hava hoyrt og lisið um, varð Liljan Weihe, tíðindaleiðari, sett í hetta starv í Kringvarpinum, tó at setanin var ikki eftir bókini, sambært Eivini Jacobsen, av Strondum, sum sjálvur søkti hetta starv. Hann hevur nú sent klagu til Mentamálaráðið við at skjóta hol á setanarpolitikkin hjá Kringvarpinum, og høpisleysu grundgevingarnar. Eivind Jacobsen, kann grundgeva fyri, at setti tíðindaleiðarin ikki hevur fakligu útbúgvingina, sum stórin annars leggur til grund fyri setta starvinum. 

Grein í Oyggjatíðindi, fríggjadagin 9. januar 2015:

Lat okkum fyrst fara til spurningum um hvat kært verður um í samband við hesa starvssetan:

Tað sum kært verður um er:
1. Setanarbólkur ógegniður
2. Stjórin luttók í setanarbólkinum
3. Setanarbólkurin mannaður við ókvalifiseraðum fólki
4. 3 umsøkjarar valdir frá og tveir útvaldir til samrøðu eftir ósakliga viðgerð
5. Persónur settur, hóast hann ikki er journalist, sum var grundgeving fyri at frásortera onnur, hóast
    EINKI krav um journalistútbúgving í lýsing.
6. Manglandi innlit í skema til at gera profil!
7. Ósamsvar í fundarfrágreiðingum
8. Politiskur aktivitetur

Blaðið hevur søkt um alment innlit, okkurt hava vit fingið okkurt bíða vit eftir, men við síðuna av verða so eisini aðrar kanningar gjørdar.

Lat okkum byrja við Setanarbólkinum, sum hevur stórar trupulleikar við gegninum. Haraftrat hevur stjórin eisini verið partur av setanarbólkinum, sum haraftrat er mannaður við fólki, ið ikki hava neyðugu førleikarnar, sambært kæruni.

Sjálvt um Kringvarpsstýrið skal hava eftirlit við kringvarpsstovninum, so er tað ikki nýtt, at stjórin er partur av setanarbólkinum. Í hesi umsóknini eru starvsfólkini í setanarbólkinum bæði kroyst av stjóranum, og av umsøkjaranum, Liljuni Weihe, sum higartil bara hevði havt starvið fyribils.

Men hesum leiðsluháttur er ikki sermerktur fyri Dia Midjord, stjóra. Soleiðis arbeiddi Annika Mittún Jacobsen eisini, tá hon var stjóri. Hon var somuleiðis partur av setanarbólkinum, sum knappliga ikki skuldi innstilla til stjóran, so jú, hon var eisini partur av tilgongdini, og var harvið eisini tann, ið valdi út og valdi frá til endaliga metan.

Men setan og setanarbólkur, er eitt sindur ymiskt í Kringvarpinum, sum eisini hevur lýst eftir fólki, at verja gráa gullið við at digitalisera sendingarnar. Her vóru heilt nógvar umsóknir, men setanarbólkurin sáldaði meginpartin frá beinanvegin, uttan onnur atlit enn at koma fram til tey, sum stovnurin frammanundan hevði ætlað sær skuldu vigast.

Men setanarbólkurin hevði heldur ikki stórvegis trupulleikar, tí í bólkinum var bara stjórin og eitt starvsfólk í Kringvarpinum. Vit hava tó ikki fingið uppspurt hvussu nógv fólk ein setanarbólkur skal telja, men nú vita vit, at ein setanarbólkur í Kringvarpinum kann vera fra tveimum upp í fimm fólk.

Áðrenn søkt varð eftir gráa gullinum, var starvið mannað gjøgnum ALS-skipanina, har ALS betalti bróðurpartin av lønarútreiðslunum, og tá avtornaði, var tað eisini hetta Als-tilboð, sum streyk avstað við starvinum, og umsøkjararnir sótu helst eftir við kensluni av, at “soleiðis var tað eisni ætlað frá skaparans hond”.

Men ringt er at fáa eygað á hvat endamálið skal vera við einum setanarbólki, sum stjórin er partur av, men tað kanska niðurstøðan í kæruni fer at lýsa nærri í Mentamálaráðnum.

Tó at Dia Midjord ella “setanarbólkurin” ikki hava lýst eftir einum journalisti, so verða fleiri sáldaði frá tí tey ikki eru journalistar!?

Lat okkum so hyggja eftir hvørjar treytir setti tíðindaleiðarin lúkaði tá avtornaði.

Dia Midjord, stjóri, sigur soleiðis um tíðindaleiðaran, sum hann setti í strav: Liljan Weihe, er útbúgvin journalistur og cand.scient.soc. við fakunum journalistikkur og sosial vísindi. Hann leggur aftrat, at Liljan Weihe, í samband við útbúgvingina á Roskilde Universitetcenter, skrivaði serritgerð í Journalistikki. Og so verður nevnt, at hon hevur arbeitt á TV2 (sjónvarp) og Dimmalætting (skrivandi miðil), umframt at hon virkaði sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum í 2012 og 1013 (leiðsla). Somuleiðis hevur hon fyrisitingarligar royndir frá arbeiði í Vinnumálaráðnum, á Løgmansskrivstovuni, og í Norðuratlantsbólkinum. Tað vísir seg, sambært klagaranum, at útbúgvingin cand.scient.soc. sum Liljuni Weihe, hevur, umfatar: 

Hvilken titel får du?
Du får tildelt en kandidattitel, når du er færdig med dit speciale og i øvrigt har bestået alle andre moduler i din uddannelse. Kandidattitlen gives på baggrund af det hovedområde, du har skrevet speciale inden for. (Du bestemmer selv hvilket af dine to fag, du vil skrive speciale i, eller om du vil skrive et integreret speciale, der dækker begge dine fag). Du bliver:
cand.scient.
- hvis du har skrevet speciale inden for det naturvidenskabelige hovedområde
cand.mag. 
- hvis du har skrevet speciale inden for det humanistiske hovedområde.
cand.soc.
- hvis du har skrevet speciale inden for det samfundsvidenskabelige hovedområde. NB! Hvis du er startet på din kandidatuddannelse før 1.september 2008, bliver du cand.scient.soc.
cand.scient.adm.
- hvis du har en étfags-kandidatuddannelse i Forvaltning.
cand.techn.soc.
- hvis du har en étfags-kandidatuddannelse i TekSam - miljøplanlægning cand.comm.
- hvis du har skrevet speciale på Kommunikation, Performance Design eller Journalistik. 

Hvis du har skrevet integreret speciale med enten Kommunikation, Performance Design eller Journalistik, kan du vælge, om du vil være cand. comm., eller om du vil have en kandidatgrad, der knytter sig til dit andet faglige hovedområde.

Sostatt er tað greitt, at hevði Liljan Weihe,eisini journalistútbúgvingina, so kallaðist hennara útbúgving: cand.scient.comm., men tað ger hon ikki, og tískil er hon heldur ikki journalistur, uttan mun til um hon hevur skrivað serritgerð í journalistikki, tí hetta er bara partur av cand.scient.socútbúgvingini, sum umfatar samfelagsvísindaliga økið, og har eru fleiri valmøguleikar – eisini, at skriva serritgerð í journalistikki, uttan at hetta gevur rætt til eina journalistiska útbúgving.

Á Dimmalætting arbeiddi Liljan ikki leingi, men tað, sum kanska kundi havt týdning var starvið hjá TV2, sum ta einu tíðina var sera nógv uppreglamerað, men nú vísir tað seg, at Liljan Weihe, hevur arbeitt hjá TV2 í 2 ár, harav hon var eitt ár í barsilsloyvi, og hjá TV2 hevði hon leiklutin, sum praktikantur?!

Tað var so stutt sagt, vegurin hjá Liljuni Weihe, upp á tindin.