Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Veljið ta tunnilsloysn, sum gevur lægsta nýtslugjaldið

Fyri samfelagið loysir tað seg best at velja ta tunnilsloysn, sum gevur lægsta bummpengagjaldið. Tað er givið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við, at fast samband verður gjørt millum suður Eysturoy og høvuðsstaðarøkið. Um tað almenna ber seg skilagott at, kann nýggja sambandið gerast ein stórur fyrimunur fyri vinnulívið í Føroyum og fyri alt samfelagið. Føroya Arbeiðsgevarafelag ivast tó stórliga í, um avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) er rætta loysnin, og mælir Løgtinginum til at leggja á annan bógv. Í hesum sambandi hevur felagið noterað sær, at skilabetri uppskot at síggja til, eru komin frá bæði samgongulimum og andstøðulimum. Tað týdningarmesta er tó, at Løgtingið velur eina av teimum 6 loysnunum, sum eru í uppskoti. Ringasta loysnin er at eingin loysn verður vald, so verkætlanin ongantíð sær dagsins ljós ella verður útsett í óavmarkaða tíð.

Nú Løgtingið skal velja millum seks ymisk uppskot um fast samband, hevur tað stóran týdning at velja eitt uppskot, sum skapar sum mest av samfelagsnyttu fyri føroyska samfelagið. Størsta nyttan fyri vinnulív og borgarar fæst við at velja eina loysn, har bummgjaldið er so lágt sum til ber. Tað gevur ikki meining at brúka 1 milliard uppá eina so gagnliga infrastrukturíløgu, og so beinanvegin hon er liðug, seta ein “propp” í holið við einum óneyðuga høgum bummgjaldi.

Og hóast smálutirnir í avtaluni millum landið og CIP ikki eru alment kendir, er tó so mikið komið undan kavi, at tað er greitt, at talan er um eina munandi dýrari loysn fyri brúkaran, enn um landið t.d. nýtir sama leist, sum er royndur við góðum úrsliti um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Eru tølini hjá Landsverk eftirfarandi, fer vinnulívið hvørt ár at gjalda eina tvey-siffraða milliónauipphædd eyka til CIP í mun til, um talan var um alment partafelag. Og eykakostnaðurin fyri privatfólk verður tilsamans uppaftur størri.

Í kjakinum seinastu dagarnar er tað sjónarmiðið ført fram, at um tann loysnin, sum liggur á borðinum, ikki verður vald, verður eingin tunnil gjørdur. Tað er eingin orsøk til at halda tað. Tað krevur bara, at Løgtingið setir sær sum mál at fremja málið, og tað kann gerast uttan nakran kostnað fyri landskassan.

Einasta avbjóðingin, sum skal loysast, er spurningurin um trygd hjá lángevara fyri peninginum, sum ætlanin er, at almenna partafelagið skal læna. Ein háttur er sjálvandi, at landið setir partapening í felagið, og kann hetta, sum við hinum undirsjóartunlunum, gerast yvir fleiri ár. Um landið vil haldast skaðaleyst, kann almenna partafelagið rættiliga skjótt gjalda landinum peningin aftur, og á henda hátt nýtist verkætlanin ikki at kosta landinum eina krónu. Ein annar møguleiki er, at landið veðheldur fyri einari upphædd, sum svarar til kravda eginpeningin hjá felagnum. Tað ber eisini til at kombinera hesar møguleikar við at geva landsstýrismanninum heimild til at geva felagnum eina bindandi tilsøgn um, at partapeningurin verður játtaður sambært samtyktu verklagslógini. Líknandi heimild finst t.d. í verklagslógini fyri Norðoyatunnilin, so einki óvanligt er í hesum. Aðrir møguleikar eru eisini, tað snýr seg bert um at velja.

Hetta er ikki ein spurningur um tað privata ella tað almenna byggir undirsjóartunnilin mest effektivt. Bæði undir almennum og privatum ognarskapi, má tað takast sum givið, at arbeiðið at gera tunnilin verður boðið út millum privatar entreprenørar at byggja. Tí er stóri kostnaðarmunurin í hesum føri fíggingin av tunlinum, sum eftir øllum at døma er munandi minni um sami leistur verður valdur, sum við verandi undirsjóartunlum, enn um avtala verður gjørd við CIP.

Hetta málið er ikki ein spurningur um ideologi, men um hugsa praktiskt. T.e. at velja tann leistin, sum er bestur fyri føroyska samfelagið. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur álit á, at Løgtingslimirnir megna at velja ta skilabestu loysnina fyri landið alt.

Bergur Poulsen, formaður Føroya Arbeiðsgevarafelag