Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vend títt eyga á Jesus

Ein av teimum stóru afturvendandi sorgarleikunum nú á døgum, er umflokkingin av homoseksualiteti. Talan er um eina karakterleysa umflokking, ið blæsir upp homoseksuellan lívsstíl, at verða bæði normalan og uttan synd. Stevnumiðið hjá hesi sera órímiligu umflokkingini hevur kravt alt ov stórar hugburðsbroytingar, lógar- og samfelagsbroytingar oman yvir meirilutan av ósamdum føroyingum. Fólk eru heilt einfalt illa villleidd av følskum parolum, ið hava bólkað synd undir borgarlig rættindi og at gay er okay. Og tíverri sýnist fjøldin at økjast millum teirra, sum halda homoseksualitet vera fínt og enntá stórfingið. 

Tað gongur sjón fyri søgn, at svikaráðini um lógásetta rúmd fyri borgarligum rættindum til tey homoseksuellu, hevur blindað sinni hjá mongum menniskjum, ið halda slíkt verða náttúruligt og hóskandi atferð okkara millum. Politiski ruðuleikin í hesum málinum hevur neyvan verið størri áður. Eg undrist á, at fólk so skjótt lata seg venda burtur frá sannleikanum og øllum tí sum gott er. Og alt hetta er jú hent innanfyri seinasta ártíggju ella tvey. Men at homoseksuella málið kom inn í føroyskt lógarsmíð, er ein andsøgn í sær sjálvum og frontalur samanbrestur við sunna og aldargamla siðvenju hjá tjóðini, sum brast inntil nú. Hereftir er alt opið fyri øllum. 

Tað er vanligt skynsemi, at homoseksuellur liviháttur og framleiddi tørvurin um lógarkravd rættindi ikku kunnu smelta saman í eitt. Tí at liva eitt homoseksuelt lív, er heilt einfalt ein álvarsom synd. Tað er ein gerningur, sum orð Guds ikki viðmælir nøkrum menniskja at gera ella liva í. Tær homoseksuellu lystirnar í falnu náttúru okkara hava tískil púrt einki við hjúnaband, kærleika, virðing ella borgarlig rættindi at gera. At dyrka hesar lystir í gudgivna lívi okkara má bólkast sum ónáttúrulig atferð undir heitinum “groft kynsligt frávik.” 

At nøkur fá menniskju verða bólkað undir heitinum “samkynd,” er eisini ein andsagnarlig útsøgn í sjálvum sær. Hin grundleggjandi náttúran í menniskjum hvøkkur við hvørja ferð orðið “samkynd” verður nevnt. Men skjótt er at tillaga seg og blíva samdur við syndirnar. Tí motivið aftanfyri hin samkynda líviháttin saman við teim sera órímiligu krøvunum um almenna og lógásetta viðurkenning, er grundleggjandi ógudiligt, ónáttúruligt, fysiskt og mentalt og biologiskt í stríð við vanligan gudgivnan livihátt. Orðið “samkynd” átti sostatt treyðugt at verið brúkt. Tí júst hetta heitið, er við til at skapa eitt falskt moralskt frælsi, sum aftur plantar eitt deyðar rótur undir blindu viðurkenningini av syndiga liviháttinum. Ein liviháttur, sum lutfallsliga fá menniskju liva í dagliga, men tó stuðlaður og hálovaður út um øll landamørk á øllum økjum. Men eg eri vísur í, at eingin sannur kristin stuðlar homoseksuellum livihátti og ei heldur við lóg. Tvørtur ímóti verða hesi eggjaði til at liva Gudi verdigt, har fruktir Kristusar fáa loyvi at spretta fram í lívi okkara.

At enda er hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri tykkum, at tit skulu verða frelst. Eg gevi tykkum tann vitnisburð, at tit hava íðinskap fyri borgarligum og religiøsum rættindum og enntá fyri Gudi - men ikki við skili. Tit kenna ikki rættvísi Guds og royna at fáa í lag tykkara egna rættvísi; tí hava tit ikki boygt tykkum undir rættvísi Guds.

Góðu tit øll! Ynski mítt er at verða trúfastur ímóti Harra og frelsara mínum. Sostatt fari eg at bøna og biðja teg um at venda við. Venda við? Til hvat hugsar tú kanska? Jú, at venda tær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tú kanst fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg, sigur Jesus Kristus í Ápostlasøguni 26, 18. At tit øll skulu venda við og koma aftur til Gud og gera verk, ið hóska saman við umvending.

Góði, umvending merkir at venda við t.e. at venda sær til Kristus. Hin persónliga umvendingin broytir bæði sinn og hugsanir okkara. Og endurnýggjanin og endurloysingin í Kristi Jesusi, føra við sær broytt hjørtu og broyttan tilstand í lívi okkara. Ja, so náðiríkur er Harrin ímóti teimum sum venda við, at tey av berari náði sleppa at royna, hvat vilji Guds er við teimum - hitt góða, dámliga og fullkomna í Harranum Jesusi Kristi. Amen!

Kærar heilsur

Ragnar Ludvig
http://ragnarludvig.blogspot.com