Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðsluóhappið inni í tunlinum.

Venjing í Hovstunlinum

TILBÚGVING: Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Hovstunlinum seinnapartin í gjár. 

Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum.

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Vágs Sløkkilið, Ambulansatænastan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Politiið og Landsverk. Tyrlan hjá Atlansflogi var eisini við í venjingini.

Harafturat luttóku eygleiðarar frá Politinum, Ambulansutænastuni, umboð fyri Sløkkiliðini og Landsverki.

Næmingar frá Heilsuskúla Føroya og Miðnámsskúlanum í Hovi vóru statistar.

Tað vóru tveir minibussar, ið rendu saman inni í tunlinum. Óhappið hendi mitt í tunlinum, og fleiri fólk fingu skaða.

Ein eftirmeting av venjingini verður gjørd seinni.