Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboð fyri LC Eysturoy handa venjingartólini til Røktarheimið egna vegna og vegna kommunur og vinnuvirkir í økinum

Venjingartól til nýggju Endurmenningarstovuna í Eysturoynni

Á hugnaligari samkomu á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi mánakvøldið handaðu umboð fyri Lions Club Eysturoy vegna kommunur og vinnuvirkir í økinum og egna vegna Røktarheiminum venjingartól í samband við at nýggja Endurmenningarstovan letur upp

Tíðindaskriv frá LC Eysturoy:

Í eini 5-6 ár hevur Lions Club Eysturoy saman við Heilafelagnum og Giktafelagnum arbeitt við at fáa sett á stovn endurmenning í Eysturoynni.

Fyrsta stigið var at útgreina, hvørjir møguleikar vóru í økinum og hvussu hesir betri kundu útnyttast og útbyggjast fyri at koma longur fram á leið.

Álit um endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og fyribyrgjandi venjing

Virkisráðgeving veitti eina hjálpandi hond og gjørdi eitt álit, sum var handað táverandi landsstýrikvinnu í almannamálum Rósu Samuelsen í juli 2009. Hetta álit tók støði í endur- og viðlíkahaldsvenjing hjá sjúkuraktum við førleikatarni við teimum hølismøguleikum, sum funnust á Røktarheiminum, men fór tó eitt stig víðari við uppskoti um eisini at skipa fyri fyribyrgjandi venjingum hjá pensionistum.

Hetta skuldi gerast í einum samstarvi millum Almannaverkið og Røktarheimið. Peningur var longu settur av á fíggjarlógini í 2011. Eisini samstarvsavtalan kom skjótt í lag.

Kommunur, vinnuvirkir og Lions Club útvega venjingartól

Men neyðugu venjingartólini vóru ikki. Fyri at verkætlanin tessvegna ikki skuldi koma í drag, setti LC Eysturoy seg í samband við kommunur og vinnuvirkir í økinum fyri saman at útvega neyðugu venjingartólini.

Hetta hevur so givið tað úrslit, at 10 venjingarmaskinur eru komnar og uppsettar á Røktarheiminum og endurmenningin er farin í gongd.

Móttøka verður á Røktarheiminum mánadagin 12. mai kl. 15-17