Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verður avgerðin um støðu okkara tikin her?

Í hesum døgum verður ofta sagt, at avgerðin um vit skulu vera saman við Danmark ella ikki skal takast her á landi. 

Men hvussu gekk tá vit í 1946 høvdu verið á fólkaatkvøðu og søgdu, at vit vildu vera leys? 

Tá samtykti løgtingið at gera sum fólkið hevði biðið tað gera og fór undir at fyrireika loysingina. 

Hvat hendi tá?

Jú, tá sendi danska stjórnin kanónskip til okkara og at handtaka teir løgtingsmenn, sum hildu at avgerðin skuldi takast her. 

Hvørja vissu hava vit fyri at nakað er broytt í so máta? 

Zakarias Wang=