Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verjið børnini víðkar arbeiði

Leygardagin 14. sep klokkan 17.00 skipar Verjið børnini fyri almennum fundi í Auluni í Skúlanum við Løgmannabreyt . Endamálið er at víðka felagið við breiðari umboðan

Tíðindaskriv

Verandi trímannanevnd í felagnum Verjið Børnini, ynskir at bjóða øllum føroyingum til opnan almennan fund við tí endamáli at velja nýggja og víðkaða nevnd.

Vit heita á øll, sum ynskja at stuðla arbeiðinum í at steðga siðabrotsverkum og kynsligum ágangi á børn, um at luttaka á hesum fundi og stilla upp til nevndararbeiði hesum viðvíkjandi.

Felagið hevur nógv arbeiði fyri framman og vóna vit tí, at nógv fólk vilja hjálpa til. Tað er brúk fyri øllum, eisini um tú bert vilt siga tína hugsan ella hoyra, hvat vit arbeiða við í løtuni og hvørjar ætlanir vit hava framyvir.

Vit vóna eisini at síggja fólk á fundinum, sum hava aðrar royndir, ið felagið fær brúk fyri, eitt nú bókhaldi, løgfrøði, sálarfrøði, føroyskari rættstaving, heimasíðuarbeiði, blogg og interneti. Lærarir, námsfrøðingar ella fakfólk yvirhøvur, høvdu verið góð at havt í felagnum og sum felagi kundi gjørt brúk av, vit vóna eisini at hesu melda seg til sum part av felagnum.

Verjið børnini