Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verkfallið er lógligt

Herda verkfallið, sum er fráboðað 15/12-2017, at byrja í morgin 18. desember kl 0.800, stendur við.

Fasti Gerðarrættur gav í dag Føroya Pedagogfelag viðhald í, at fráboðaða verkfallið fyri allar limir, ið starvast í Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkiinum, ikki er óheimilað, og tískil er verkfall í morgin kl 08.00.  

Føroya Pedagogfelag hevur tikið neyðug atlit í samband við meting av tryggleika hjá brúkarum, og taka innihald og ábyrgd í størvum hjá limum sínum í størsta álvara. 

Vit vænta tí eisini, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag taka støðuna í álvara.