Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verkstova um Føroyar og Arktis: Avbjóðingar og vinnumøguleikar

Uttanríkistænastan bjóðar, í samstarvi við Norðurlandahúsið, til alment kjak um framtíð Føroya í Arktiskum høpi týsdagin 20. november kl. 13 – 15.

Føroyar og Arktis

Føroya landsstýri hevur sett sær sum mál at gera eina ætlan fyri, hvussu Føroyar best gagnnýta fyrimunirnar av broytingunum, sum henda í arktiska økinum. Eisini verður ætlan gjørd fyri, hvussu vit verja okkum móti árinum, sum standast av nýggjum farleiðum í arktiska økinum.

Sum liður í útgreiningini verður skipað fyri almennum kjakfundum og fyrilestrum um tey evni, sum arbeiðið fevnir um.

Á verkstovuni týsdagin 20. november verður sjóneykan sett á vinnuligu møguleikarnar: Hvussu gagnnýta vit nýggju møguleikarnar, so hesir vera gjørdir til ítøkiligan vinning fyri landið? Á hvørjum økjum eru Føroyar mest kappingarførar í mun til tilgongdina í arktiska økinum? Hvørjar tillagingar skulu vit fremja, og hvørjir førleikar skulu mennast?

Tiltakið byrjar við einum fyrilestri við Rasmus G. Bertelsen, sum granskar í altjóða politikki á Arktiska Deplinum á Aalborg Universitet. Hann fer at røða um Arktisk viðurskifti og framtíðar avbjóðingar.

Luttøka verður eisini frá umboðum úr føroyska vinnulívinum, sum fyrrapartin hava luttikið í verkstovuarbeiði. Umboð fyri hvørja verkstovu leggja fram um møguleikar og avbjóðingar innan ávikavist sjóvinnu, kolvetnisvinnu og tænastuvinnu. Síðani verður orðaskifti, har øll áhugað fáa møguleika at siga sína hugsan um, hvussu vit best gagnnýta nýggju møguleikarnar.

Fundarstjóri verður Stefan í Skorini, ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.