Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VERULEIKIN SKAL MANAST Í JØRÐINA

Formenninir í Framsókn og Tjóðveldi royna, alt teir eru mentir, at fornokta sannleikan um, at tað var samstarvið í Ríkisfelagsskapinum, ið forðaði fyri einum fullkomnum skrædli her í landinum, tá fíggjar- og búskaparkreppan skolaði inn yvir Føroyar í 2008.

Hesa vikuna hava vit upp í saman sæð og hoyrt Poul Michelsen úr Framsókn og Høgna Hoydal úr Tjóðveldi finnast at røðu løgmans nýggjársaftan.

Báðir hava teir ilt av tí, sum løgmaður í røðu sínari segði um Ríkisfelagsskapin – nevniliga, at Ríkisfelagsskapurin støðugt prógvar sítt virði.

Samstarvið í Ríkisfelagsskapinum tryggjaði, at Føroyar ikki sukku niður í svarta fíggjar- og búskaparliga holið, tá heimskreppan brast á í september 2008. Bankar, fyritøkur og heil samfeløg fullu niður í svarta holið – men ikki Føroyar!

Aftur og aftur hevur samstarvið í Ríkisfelagsskapinum dugnað føroyingum.

Hvør forðaði skrædlinum, tá Sjóvinnubankin boygnaði í 50unum? Hvør ruddaði upp eftir bankaskrædlið í 90unum? Og hvør hevur enn eina ferð traðkað til, nú ein flóðalda aftur rakti okkum, og størsta bankin fall?

Svarið kenna øll, ið hava fylgt við. Men veruleikin skal manast í jørðina.

Innspræning á 2.000 milliónir

Øll tjóðin fylgdi við, tá TF Holding fyri einum lítlum ári síðani keypti føroyska partin av Eik Banka-samtakinum. Hetta var eftir, at leiðslan í Eik-samtakinum spenti bogan so høgt, at hann brast, og alt samtakið fór av knóranum.

Framman undan keypinum hevði alt Eik-samtakið verið í “vaskimaskinuni” hjá tí útskeldaða Finansiel Stabilitet. Bankaleiðslan varð skift út, líkini vórðu tikin úr skápunum, og vánalig engagement vórðu reinsað úr bókum bankans.

Samstundis tryggjaði innskjótaragarantiin hjá danska statinum, og ongin føroyingur misti eina einastu krónu av uppspardum pengum í bankanum.

Tilsamans sprændi danski staturin uml. 2.000 milliónir krónur (2 milliardir!) inn í størsta føroyska bankan, sum føroyska leiðslan hevði stýrt út á sjógv.

Soleiðis fekk TF Holding í januar í fjør ein sunnan og bíligan banka til sølu.

Alt hetta hendi í kraft av samstarvi Føroya í Ríkisfelagsskapinum, men Framsókn og Tjóðveldi vilja mana henda veruleika í jørðina.

Sluppu undan kaos

Leik og lærd í fíggjarsektorinum vita, at um Eik Banka-samtakið hevði farið á heysin, uttan at nakað trygdarnet var spent undir tað, høvdu allir peningastovnar í Føroyum farið sama veg.

Niður í svarta holið.

Panikkur hevði komið í. Innlán høvdu horvið sum døgg fyri sól. Allar linjur til lán og útlendska fígging høvdu slitnað. Ongin føroyskur kassi – heldur ikki landskassin – hevði megnað at tryggjað uppsparingina ella lívsneyðuga fígging til privatfólk og fyritøkur.

Allir føroyingar vita, at tá hevði verið fíggjarligt og síðani búskaparligt kaos í landinum.

Veruleikin skal tó manast í jørðina.

Toppkarakter til Ríkisfelagsskapin!

Legg til merkis, at sorgarleikurin um Eik Banka-samtakið fór fram, uttan at tað elvdi til skrædl í Føroyum. Uppsparingin hjá føroyingum er intakt. Eik Banki lat ongantíð dyrnar aftur. Hann var virkin alla tíðina innan fyri Finansiel Stabilitet. Stabiliteturin varð varðveittur, og tað er hann framvegis.

Alt gekk beint eftir bókini innan karmarnar av Rìkisfelagsskapinum, hóast summi royna at billa fólki okkurt annað inn.

Søgan um húsagangin hjá Eik Banka er eisini søgan um, at Ríkisfelagsskapurin, sum so mangan, hevur staðið royndina – við toppkarakteri!

Kortini skal veruleikin manast í jørðina.

Løgni logikkurin

Í Degi og viku mánakvøldið spældi formaðurin í Tjóðveldi aftur gomlu og skøvaðu plátuna. Hina um, at Ríkisfelagsskapurin og Ríkisveitingin eru av tí illa.

Sambært honum gera felagsskapurin og veitingin, at føroyingar verða ábyrgdarleysir.

Pástandurin er, at føroyingar onkursvegna kobla heilan frá, um teir eru í Ríkisfelagsskapinum, og um Ríkisveitingin kemur inn á føroysku fíggjarlógina.

Hetta er sjálvandi púra burturvið.

Logikkurin er heilt speciellur.

Við øðrum orðum merkir hetta, at nú, meðan kreppan framvegis herjar, eru vit allir føroyingar eitt fullkomiliga ábyrgdarleyst fólk, tí vit njóta gott av Ríkisfelagsskapinum og tryggu skipanunum, ið verja okkara bankasektor, uppsparing og samfelag sum heild.

Logikkurin merkir eisini, at Eik-samtakið átti at fallið, og øll uppsparingin skuldi verið mist. Burtur við trygdarnetinum. Bankin skuldið verið stongdur. Danski staturin skuldi ikki sprænt 2.000 milliónir inn í samtakið. Og hinir bankarnir og sparikassarnir skuldu farið sama veg.

Logikkurin hjá Høgna Hoydal talar fyri, at Føroyar skuldu fingið somu lagnu sum Ísland. Land okkara skuldi fingið loyvi til at farið á heysin.

Tástaðni høvdu føroyingar verið ábyrgdarfullir.

Soleiðis má logikkurin hjá Høgna Hoydal síggjast, tá hann verður settur í samband við veruleikan.

Fáið Føroyar at virka

Heldur enn at brúka orkuna uppá at billa fólki inn, at okkurt er galið við felagsskapinum, áttu Framsókn og Tjóðveldi at tikið ábyrgd og farið til arbeiðis.

Latið tað hava frið, sum virkar væl, og vit hava saman í Ríkisfelagsskapinum. Takið tykkum heldur av teimum nógvu viðurskiftunum her í landinum, sum ikki virka.

Vandin er, at Føroyar fara niður í svarta holið av egnum ávum. Vit eru væl á veg við 2,5 milliardum krónum í almennari skuld og hálvari milliard í halli á hvørjum ári.

Vælsignaðu menn, takið ábyrgd og arbeiðið við tí, sum betrar um livikorini hjá føroyingum.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin