Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vetrafriðing!

Tað líkist ongun, at vit ikki hava eina vetrafriðing um alla Tórshavnar kommunu og serliga í bygdum øki!

Hetta hoyrir ikki nútíðini til. Tað eru fleiri staðir í Tórshavnar kommunu, at vit ikki hava vetrafriðað, hetta er púra burturvið. Eitt tað ringasta strekkji sum eg haldi, er norðuri í Kollafirði. Tað er eisini so nógvur seyður framvið vegnum, og tá ið lombini so eisini koma og eru við móðurlið, er tað sera vandamikið, at koyra á bygdum og óbygdum øki. Vit kenna øll vandan við hesum.

Somuleiðis, er tað ikki heilt rætt umhvørvisliga, at eitt nú har sum m.a fiskavirkir og onnur virkir eru td. har sum matvøruframleiðsa er, eisini er samantvinnað við seyði og seyðalortið.

Nei nú er tíðin komin, at vit fáa vetrafriða øll hesu økir í okkara kommunu.

 Vh

Levi Mørk, býráðslimur