Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vetrarfestivalur Vetrarljós

Setanarrøðan, sum Helena Dam á Neystabø helt, tá ið fyrsti Vetrarfestivalur "Vetrarljós" varð settur í vikuskiftinum sum fór.

Vetrarljós, Kyndilsmessa og vón og vissa um, at vit nú ganga móti ljósari tíðum, er tað, sum vit í dag og í kvøld hátíðarhalda á vetrarfestivali í Havn.

Og tað hava fólk og tjóðir gjørt gjøgnum øldir. Vit sløkkja jólaljósini og bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki og tiltøkum annars. Vit skipa fyri einum vetrarfestivali – og tað treingja vit til.

Kyndilsmessa er 2. februar, og sum vetrarveitsla hevur hon verið hildin í kyndilsmessubygdum til fyri einum 40 – 50 árum síðani og sumstaðni til í dag. Ein veitsla við nógvum mati og við dansi. Nú taka vit táttin upp í Havn.

Í samband við Kyndilsmessu hevur eisini verið nógv pátrúgv. Vit kunnu til dømis nevna siðin at kasta kráku. Tá ið genta kastaði kráku, so var tað av forvitni eftir at fáa at vita, hvaðani fríggjari hennara fór at koma, ella hvør ið hann mundi fara at verða.

Hvør veit – kanska krákan fær tað at renna saman millum onkran í kvøld.

Tað at heiðra ljósið, sólina, at dagurin leingist og at myrkrið og náttin styttist, hevur haft stóran og lívgevandi týdning, og hevur skapað eina røð av mentanarligum og átrúnaðarligum traditiónum alla staðni í heiminum. Tí øll leingjast eftir ljósinum, sum endurskapar lív og vøkstur.

Og í kvøld leggja vit so ein tátt afturat hesari longu røð av mentanarligum traditiónum, ein vetrarfestival í Havn, har fleiri av okkara fremstu listafólkum fara at framføra i ymsum forvitnisligum húsum og handlum í Havn.

Sjálvdan man longsulin eftir ljósi og lagaligari árstíð hava fylt so nógv í gerandisdegnum hjá okkum øllum - sum í ár. Og sjálvt um Tórshavnar Kommuna av øllum alvi roynir at skapa góðar umstøður og trivnað, so fáa vit einki gjørt við veðrið.

Skoytubreytin her hevur verið væl vitjað, og hon hevur eins og Havnin øll verið verið vakurt upplýst, og hevur savnað fólk, bæði børn og vaksin, sum hava hugnað sær óført. Og í kvøld verður eitt heilt serstakt skoytukvøld og ljóskvøld.

At veðrið hevur so stóran týdning fyri tey tiltøk sum verða fyriskipað, gevur okkum nógv at hugsa um. Hvat kunnu vit gera til tess at minka um avleiðingarnar og samstundis varðveita fjølbroytnið í býnum. Tað er ein stór og spennandi avbjóðing, nú farið verður undir at fyrireika eitt framtak fyri miðbýin. Eg ivist ikki í, at nógv góð hugskot fara at koma fram.

Ljósið verður sett í samband við tað góða, tað er júst boðskapurin á Kyndilsmessu, tá ið vit, sum tað liggur í navninum, kynda ljós 40 dagar eftir Jesu føðingardag.

Og soleiðis finna vit í øllum heimsins átrúnaðum skyldskap millum tað góða og ljósið.

Tað skal vera mín vón, at vit í dag hava lagt lunnar undir eina nýggja siðvenju, sum skapar trivað og gleði fyri allar Havnaborgarar, nú tann myrki og avbjóðandi háveturin framvegis rykkir og skrykkir í okkum hvønn dag.

Vóni at nógv fara at vitja Vetrarljós, øll tey mentanarhús, allar teir handlar og øll tey húski, sum lata sínar hurðar upp fyri okkum í kvøld, og at nógv fara at njóta tann góða tónleik, sum fer at ljóma kring allan býrin í kvøld.

Tað skapar gleði, vón og ljós í sinnið.

Helena Dam á Neystabø,

Forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs