Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Við 4. byggistigi verður Tórsvøllur liðugur

Í gjár skuldi Tórshavnar býráð taka støðu til endaligu útbyggingina av Tórsvølli, vestara skýlið. Við hesi útbygging verður Tórsvøllur liðugt bygdur sum nútíðar altjóða tjóðleikvøllur við øllum neyðugum góðkenningum frá UEFA.

Einki er at taka seg aftur í, at nýggi Tórsvøllur er ein stoltleiki fyri bæði høvuðsstaðin og landið. Altjóða fótbóltssamfelagið hevur eisini givið Tórsvølli stóra viðurkenning. Saman við góðu úrslitunum hjá landsliðnum hevur áskoðaraupplivingin eisini verið í serflokki. Alsamt vaksandi altjóða virksemið hjá Fótbóltssambandinum á Tórsvølli setir eisini dám á býarlívið og inntøkur til eitt nú ferðavinnuna.

Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya settu sær í 2010 fyri at fáa Tórsvøll góðkendan sum altjóða stadion. Alt ítróttarøkið í Gundadali varð skipað, vaksið varð um leikvøllin sjálvan, so hann svaraði altjóða krøvum, gamla endatribunan varð tikin niður, grasvøllurin varð skiftur út við góðkent graslíki og nýtt ljósannlegg, ið lýkur øll krøv til sjónvarping, varð sett upp.

Síðan varð farið at yvirdekka áskoðaraplássini á eystur- og suðursíðuni til tess at reisa verju fyri vindi og regni, og í hesum sambandi at betra um komfort til áskoðararnar. Reistur varð heilt nýggjur bygningur á suðursíðuni, og eystara skýlið kom undir tak í 2015 við nýggjum setrum, vesum og sølubúðum.

Vestara skýlið
Nú verður síðsta stigið tikið. Vestara skýlið er framhald av heildarætlanini, har áskoðaraplássini verða dagførd og koma undir tak. Vesturskýlið verður eins og eysturskýlið bygt saman við bygninginum á suðurendanum og skapar sostatt ein samanhangandi form sum hestaskógvur.

Verkætlanin við vesturskýlinum fevnir eisini um eina umfevnandi útbygging og dagføring av gamla FSF-húsinum bæði norður- og suðureftir sum liður í, at Tórsvøllur skal røkka ásetingini um “Category 4” leikvøllir, ið er áseting fyri leikvøllir til altjóða landsdystir.

Til tess at røkka hesum, skulu umklæðingin til spælarar og dómarar betrast, eins og umstøður til dopingkanningar og læknarúm. Umstøður til tíðindafólk og VIP-gestir skulu eisini upp á hægri stig.

Hesir nýggju fermetrarnir hava tann vinning umframt, at tey í ávísan mun kunnu brúkast til tiltøk, sum eru í Gundadali, serliga fær fótbóltsvirksemið á Niðara vølli høliskarmar til taks.

Á ovastu hædd eru góðir møguleikar fyri fleirnýtsluhølum í teimum sonevndu sky-boksunum, ið vit kenna frá stórum fótbóltsstadion í útheimi. Hesi høli eru partar av kravdu VIP-fasilitetunum í sambandi við landsdystir, men kunnu eisini nýtast til eitt nú fundarhøli v.m., tá dystir ikki eru.

Til ber at byggja uml. 200 nýggj áskoðarapláss her, so at samlaði áskoðarakapasiteturin á vestursíðuni verður uml. 1.730.

Byggingin
Eins og við øllum undanfarnu útbyggingarstigunum síðan 2010, verður byggingin av Vesturskýlinum fíggjað av Tórshavnar kommunu og Fótbóltssambandinum í felag.

Lisitatión uppá bygging av tribunum og bygnigni á vestursíðuni á Tórsvølli var 31. august 2017. J&K Petersen hevði lægsta boð. Samráðst hevur síðani verið við arbeiðstakaran um tilboðið, sum samanlagt er endað á umleið 118,5 miljónum krónum. Kommunan og Fótbóltssambandið rinda hvør sín helming.

Sjálv byggingin verður skipað í partalagssamstarvið millum kommununa og Fótbóltssambandið sum byggiharrar, J&K Petersen sum høvuðsarbeiðstakara umframt MAP arkitketar sum høvuðsráðgeva og HMP, LBF og PC Consult sum undirráðgevarar.

Eftir ætlan verður øll byggingin liðug í oktober 2020. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at landsdystir og venjing annars á Tórsvølli ikki verður tarnað.