Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Við skúlanum vaks Kaldbaks bygd...

Røða, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, helt í Kaldbak í dag.

Góðu kaldbaksfólk!

Fyrst vil eg takka fyri innbjóðingina, nú tit halda familju- og hugnadag í Kaldbak, og enntá hava gjørt tað tey síðstu ellivu árini, so hetta er tólvta ferðin.

Hetta er ein hugnaligur siður at fáa sær, og fyri tað um Kaldbak er so lítil bygd, at ein vanlig bygdastevna ikki ordiliga hóskar, so er hesin dagur eitt óført tiltak, tí hetta er tykkara egni og heilt serligi dagur.

Í mínum eygum ber hesin familju- og hugnadagurin boð um trivnað og samanhald í bygdini, og tað er stuttligt at síggja, hvussu væl øll bygdin tekur undir við degnum.

Tað eru slíkir dagar og sovorðnar løtur, tá vit loyva okkum at steðga á og bara vera saman og hugna okkum, ið ofta roynast øgiliga væl og eru gevandi í allar mátar.

Eisini er tað eitt frálíkt hugskot, at dagurin byrjar við góðum felags morgunmati, ið líkasum leggur botnin, áðrenn tiltøk og kappingar fara í gongd av álvara.

Eg fái at vita, at Sverri Skorá er upphavsmaðurin til familju- og hugnadagin, og eg kann við gleði staðfesta, at tað er hugaligt, at eisini Kaldbak eigur slíkar eldsálir!

***

Eg kom inn í býráðið í Havn í 1973, og fýra ár seinni komu so Kaldbak og Sund upp í Tórshavnar kommunu.

Tá var tað mesta ferðasambandið hjá kaldbaksfólki sjóvegis, og varð siglt á Kallanes, Hvítanes og Sund við fleiri bátum.

Undan hesum vóru tað gomlu mjólkarbátarnir, sum løgdu inn á Kaldbak eftir mjólk á veg á Skálafjørðin og norð í Sundalagið, tí hetta var bóndabygd burturav.

Gangast kundi inn í Fjørð, men annars var ikki annað enn sjóvegis sambandið, líka til vegasamband langt um leingi fekst við Havnina fyri góðum 30 árum síðani.

Við tí heldur ivasama sambandinum, ið var áðrenn, var tað kanska heldur ikki so ofta, at býráðslimir vitjaðu í Kaldbak – uttan kanska upp undir okkurt val.** Men eg má siga, at eg havi altíð kent meg sera vælkomnan her í bygdini, og her havi eg mangan siti væl og fingið møguleikan at njóta tykkara stóra blíðskap.

* * *

 Nógv spennandi virksemi hevur verið í bygdini, og tað er jú ein treyt fyri, at her eru bæði góð lívilíkindi og trivnaður – og harvið eisini ein størri búseting.

Eg kundi nevnt, at kaldbaksmenn hava verið slóðbrótandi á fleiri økjum, og teir vóru millum teir fyrstu, sum fóru at ala síl og laks her á landi.

Ikki slepst undan at nevna framleiðsluna av kendu Kaldbaksbátunum, sum Guttormur Djurhuus fór undir í 1971, tá Marine Plast byrjar at gera glasfipurbátar.

Tá virksemið hjá Marine Plast helt uppat síðst í 80-unum, hevði virkið framleitt einar túsund bátar tilsamans, umframt alla møguliga aðra framleiðslu úr glasfipri.** Viðhvørt tosa vit um, at hetta ella hatta skal seta Føroyar á heimskortið, men eingin ivi skal vera um, at framleiðslan hjá Marine Plast setti Kaldbak á heimskortið.

Tá hugsi eg serliga um, at Guttormur fór heilt til India við Kaldbaksbátunum, og setti framleiðslu í gongd har, so eisini fátækir tamilar kundu fáa gleði av honum.

Sum annað dømi um, at her í Kaldbak verður ikki bara kopierað tað, sum onnur takast við, men brotið upp úr nýggjum, má eg nevna Biofar-verkætlanina.

Við Arne Nørrevang á odda kom Kaldbak enn eina ferð á heimskortið, tí kanningar av botndjóralívinum vísa, at her finnast smákykt, ið ikki eru til aðrastaðni í heiminum.

* * * Um vit hyggja at bygdini annars, so er fremsta uppgávan hjá kommununi er at skapa karmar, og sum partur av meginøkinum, er Kaldbak eisini ein menningarmøguleiki.

Stutt er til Havnar og eisini aðrar vegir til størri pláss og arbeiðspláss, so tí er tað gott og lokkandi at búgva í Kaldbak, og hesum royna vit í býráðnum at taka hædd fyri.

Grundstykki eru fingin til vega í einum nýggjum býlingi, skúlin er bæði umvældur, útbygdur og nútímansgjørdur, og eisini hevur bygdin fingið ein góðan dagstovn.

Vit hava broytt byggisamtyktina, so tað skal bera til at byggja í gomlu býlingunum, so teir framvegis kunnu vera livandi og mennast, uttan at hugnin fer fyri tað.** Umráðandi er at ansa eftir, at vit ikki petta bygdina meira sundur, enn neyðugt og gott er, men heldur leggja upp til ein tættan felagsskap, ið skapar samanhald og styrki.

Kaldbak hevur í øldir havt eitt livandi kirkjulív, og eisini eitt virkið samkomulív, so her verður tað góða lagt niður í bæði børn og ung, vaksin og gomul, sum jú hoyrir til.

Vit í Tórshavnar kommunu hava verið sera fegin fyri, at Kaldbak eisini hevur verið partur av okkara stóra felagsskapi, og eg veit, at kaldbaksfólk eisini eru fegin um tað.

* * *

Nakað, sum er við til at gera familju- og hugnadagin serligan hesa ferð, er rundi dagurin hjá skúlanum í Kaldbak, sum í ár fyllir 100 ár.

Hetta var upprunaliga ein ógvuliga lítil skúli, sum bara fevndi um ta einu stovuna, sum vit kenna hesar skúlarnar frá so mongum bygdum kring Føroya land.

Tit kláraðu tykkum við honum í upprunalíki heilt fram til 1970, tá bygt var aftrat, og tá so vegurin kom til bygdina, gjørdist talan um nøkur heilt onnur krøv.

Ikki minst merkti skúlin, at Kaldbaks bygd fór at vaksa, og eftir samanleggingina við stóra grannan fyri sunnan, varð skúlin bygdur út.

Ein lon varð bygd aftrat, so skúlin tá hevði tvær skúlastovur og lærarastovu, og var hetta eitt byggiarbeiði, sum Tórshavnar kommuna sjálv skipaði fyri.

Næmingatalið hevur verið ójavnt hesi árini, sum skúli hevur verið í Kaldbak, og eisini hevur samansetingin av flokkum verið sjáldsom.

Tá støðin í Mjørkadali varð bygd í 60-unum, gingu 33 børn í Kaldbaks skúla okkurt skiftið, so tað merktist ikki bara í skúlanum, men allari bygdini.

Hetta vóru børn hjá handverkarum og eisini donsk børn, men tá ið tað arbeiðið var liðugt, fóru tey nógvu avstað aftur, og næmingatalið kom heilt niður í átta.

Hesin rundi hátíðardagur hjá skúlanum verður hildin saman við tykkara árliga degi í bygdini, og tað er eitt væl hóskandi høvi, so eitt sindur meira verður gjørt burturúr, enn vanligt hevur verið henda serliga dagin.

* * *

Sum nevnt at byrja við, er hetta tólvta árið, at hesin familju- og hugnadagurin verður hildin í Kaldbak, og eg vil inniliga vóna, at tit halda fast við hetta savnandi tiltak.

Hesin dagurin er við til at skapa samanhald millum býlingarnar í bygdini og hartil størri trivnað, nú børn og vaksin hugna sær saman.

Eg eri fegin um, at vit í Tórshavnar kommunu kunnu geva okkurt lítið íkast til dagin, og eisini haldi eg tað vera óført, at tit hava skipa so fyri, at alt er ókeypis fyri tey, sum eru við henda dagin!

At enda vil eg ynskja tykkum øllum somlum hjartaliga tillukku við 100 ára degnum hjá skúlanum og ynskja øllum ein framhaldandi góðan familju- og hugnadag.

Takk fyri!

Heðin Mortensen

Borgarstjóri