Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðareiðisfarleið: Seks fyritøkur kunnu bjóða

VERKÆTLAN: Landsverk hevur góðkent seks arbeiðstakarar, ið kunnu bjóða seg fram til at gera tunnil og tilhoyrandi vegagerð í sambandi við nýggja farleið til Viðareiðis.

Herfyri lýsti Landsverk til undangóðkenning av fyritøkum, ið fáa møguleikan at bjóða seg fram til at gera nýggja farleið til Viðareiðis. Seks fyritøkur eru nú góðkendar, og tær eru Samtakið Articon og LNS, J&K Petersen, IAV Føroyar, Ístak, MT Højgaard og NCC Construction.

Hesar seks fyritøkurnar fáa í næstum sendandi útbjóðingartilfarið, sum tær kunnu geva tilboð eftir.

Um verkætlanina verður sagt, at endamálið er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Neyðugt er tí at dagføra og tryggja farleiðina til Viðareiðis.

Arbeitt verður við einari tunnilsloysn, ið fevnir um ein umleið 1.850 metrar langan tunnil úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis eisini skal gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar.

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er sambært verklagslóg 162 mió. krónur, og sjálvt arbeiðið skal eftir ætlan byrja næsta ár.

Lesið meira her: http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=16226