Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðareiðistunnilin

Lýsing

Endamálið við verkætlanini er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Ein 1.850 m langur tunnil skal gerast úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur gjørdur til tunnilsmunnan, og frá Middali verður nýggjur vegur gjørdur til Viðareiðis. Samlaða vegalongdin, sum skal gerast, er umleið fýra kilometrar.

Støðan

Oktober 2011: Verklagslóg liggur í tinginum. Byggiskrá er gjørd. Prosjekteringin verður boðin út, tá verklagslógin er samtykt.

Fakta

Arbeiðsánari: Innlendismálaráðið.

Byggiharri: Landsverk

Byggiharraráðgevi: Ikki avgjørt enn

Tekniskur ráðgevi: Ikki avgjørt enn

Tíðarætlan: Tíðarætlanin er tengd at, hvussu stór játtan verður sett av á fíggjarlógini

Kostnaðarætlan: 140 mió. kr.