Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðarlundin karmur um fjallasúkklukapping

Komandi leygardag verður Viðarlundin í Havn karmur um enn eina fjallasúkklukapping – hesa ferð FM í MTB Criterium.

Kappingin byrjar kl. 14, og er fyri unglingar og vaksin!

Koyrt verður sum sagt inni í Viðarlundini í Havn, og startur og mál er við Listasavn Føroya!

Tey, ið ynskja at luttaka verða biðin um at møta við Listasavn Føroya (eystanfyri) í seinasta lagi kl. 13.30!

Favorittur at vinna kappingina er uttan iva Helgi Winther Olsen, ið hevur ment seg sera nógv seinasta árið innan fjallasúkkling. Helgi stóð seg væl á Isle of Wight í summar, og í kappingum í Danmark hevur hann eisini fingið sera góð úrslit í ár.

Triathlon Sunnudagin hava fólk aftur møguleika at kappast, tí sunnudagin kl. 13 skipar Føroya Triathlon Felag fyri Sprint Triathlon.

Tá verður fyrst svomið 750 metrar, síðan súkklað 20 kilometrar, og at enda runnið 5 kilometrar.

Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali, og súkklað verður millum Svimjihøllina og Kongabrúnna. Runnið verður á teininum millum Kongabrúnna og Tyrlupallin.

Sum altíð tá kappast verður í triathlon, verður eisini møguleiki at kappast á einum enn styttri teini, og aftur sunnudagin hava fólk møguleika at royna seg á 1/12 triathlon, ið er 350 metrar svimjing, 10 km súkkling og 3 km renning.

Tey, ið ynskja at luttaka skulu møta í svimjihøllini kl. 12.