Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Video: 30. des. er HSF-royndardagur

Á sama hátt sum í fjør, skipaði HSF hin 30. des fyri at kanna, hvussu landsliðsleikarar eru fyri kropsliga. Kanningarstað hesu ferð var Eysturskúlin og byrjað varð kl. 9. í hesi røð: U95 gentur, U95 dreingir, U93-90 gentur og U93 dreingir.

U23 landsliðini hjá monnum og kvinnum gjørdu sínar egnu royndir fyrr í vikuni. HSF hevur sett Hans Mikkelsen, ítróttarlærara á Føroya Studentaskúla, at standa fyri kanningunum – og at hjálpa honum vóru Barbara Egilstrøð, sum lesur ítrótt í Odense og Sigurd Lamhauge, sum er kendur frá svimjiítróttini.

HSF setti Sigurdi nakrar spurningar.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=RtBltq-hu9w]